Lurta
Kringvarpsgjald
 
Soleiðis krevja vit inn
Hjá teimum, sum fáa løn ella skattafría veiting gjøgnum skattaskipanina, taka vit gjaldið av hesum peningi. Hjá teimum, sum fáa lestrarstuðul, taka vit tað av stuðlinum. Tey, sum ikki fáa pening gjøgnum skattaskipanina, fáa rokning sendandi hvønn mánað.
TAKS krevur inn kringvarpsgjald fyri Kringvarp Føroya. Tað gera vit sambært løgtingslóg um kringvarp.

Gjaldið er 150 kr. um mánaðin hjá teimum, sum eru millum 24 og 66 ár
Bert fólk við fullari skattskyldu í Føroyum rinda kringvarpsgjald. Tey, sum eru 67 ár og eldri, rinda 50 kr. um mánaðin. Tey, sum eru yngri enn 24 ár, rinda einki.

Lesandi uttanlands skulu ikki rinda kringvarpsgjald
Lesandi, ið búgva uttanlands, men sum varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skulu ikki rinda kringvarpsgjald. 

Tey lesandi, sum í Landsfólkayvirlitinum eru skrásett sum búsitandi í Føroyum, hóast tey eru uttanlands í lestararørinum, fáa rokning fyri kringvarpsgjald sendandi. Fyri at sleppa undan at rinda hesa rokning mugu tey venda sær til Kringvarpið. Kringvarpið tekur síðani støðu til, um tann lesandi skal vera frítikin at rinda kringvarpsgjald og boðar TAKS frá, at rokning ikki skal sendast.  
 
 
Leinki
Løgtingslóg um kringvarp. (Kringvarpsgjaldið er lýst í § 7.)
 
 
NARKO prei 143px
Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5