Lurta
Kringvarpsgjald

TAKS krevur inn kringvarpsgjald fyri Kringvarp Føroya. Tað gera vit sambært løgtingslóg um kringvarp.

Virkir og stovnar rinda árligt gjald
Landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og
feløg rinda árligt gjald, sum verður ásett eftir lønarútreiðslum teirra árið undan innkrevjingarárinum. Gjaldið verður innkravt við rokning.

Niðanfyri er talva, sum vísir, hvussu kringvarpsgjaldið verður roknað:

Útgoldin løn frá: Útgoldin løn til: Gjald fyri árið:
0,00 kr. 99.999,99 kr. 0,00 kr.
100.000,00 kr. 499.999,99 kr. 2.000,00 kr.
500.000,00 kr. 999.999,99 kr. 3.500,00 kr.
1.000.000,00 kr. 2.999.999,99 kr. 7.000,00 kr.
3.000.000,00 kr. 6.999.999,99 kr. 8.000,00 kr.
7.000.000,00 kr. 9.999.999,99 kr. 9.000,00 kr.
10.000.000,00 kr.   12.000,00 kr.


Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við innkrevjingina av kringvarpsgjaldinum?
Set teg í samband við kundatænastu okkara á tel. 35 26 00 ella á taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
 
 
Leinki
Løgtingslóg um kringvarp. (Kringvarpsgjaldið er lýst í § 7.)
 
 
NARKO prei 143px
Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5