banner2 banner3 Banner4 Banner1
TÍÐINDI   FRÁBOÐAN
7,6 mió. kr. afturhildnar í skatti av eftirlønum
27. jan. 2012
AM-útgjald Hesar dagarnar verða tær fyrstu flytingarnar av eftirlønum gjørdar, síðan lógarbroytingarnar um skatting av eftirløn við inngjald komu í gildi.
Les meira
 
Framsøkið samskiftisfólk 
27. jan. 2012
Leys storv mynd Nýggja samskiftisfólk okkara tekur við leiðandi starvi aðrastaðni, og tískil leita vit eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti. 
Les meira
 
Írestandi skattur 2011 uttan eykagjald á 4%
- seinasta freist at gjalda er 31. januar 2012

18. jan. 2012
Avlopsskattur 2009 - Broyting av kontonr. Tey, sum skulu gjalda írestandi skatt fyri 2011, sleppa undan eykagjaldinum á 4%, um goldið verður innan 31. januar 2012.
Les meira
 
 

Fleiri tíðindi »
 
27. jan. 2012
Serstøk uppgerð fyri tilfeingis-/loyvisskattin
Serstaka uppgerðin skal gerast á serligum skjali, sum er tøkt her
24. jan. 2012
Áminning um MVG - dagin 10. feb. 2012
Rættstundis skrásetingar- og gjaldsdagur fyri
4. kv. 2011 er fríggjadagin 10. februar 2012. 
Les meira
24. jan 2012
Eftirløn skal skattast við inngjald
Løgtingið hevur samtykt at broyta lógina um eftirløn (Rentutryggingarlógin), soleiðis at frá 1. januar 2012 verður eftirløn skattað, tá hon verður inngoldin. Her fæst nærri frágreiðing um, hvussu løntakarar og/ella arbeiðsgevarar, skulu bera teg at.
Kunningin verður leypandi dagførd og víðka! 
Les meira
23. des. 2011
Nýggjur landsskattastigi (flatskattur)
Í samband við at Løgtingið hevur samtykt eina nýggja skattaskipan, hevur TAKS gjørt eitt skjal, har tú hevur møguleika at rokna títt samlaða skattaprosent. 
Les meira
2. des. 2011
Rokna tín skatt
Nýggja skattaútrokningarskipanin, sum avloysir RAIS, er nú klár at nýta. Skipanin er at finna undir teiginum Sjálvgreiðsla, ella við at fylgja hesi leinkju


OBS! 17. jan. 2012
Arbeitt verður við heimasíðuni
Vinarliga haldið okkum til góðar.