Skriva út

Løgtingslóg nr. 47 frá 2. mai 1986 um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag. (Umskipanarlógin)


§ 1. hesari lóg í staðin fyri tær vanligu reglurnar í skattalóggávuni.

§ 2. Treytirnar fyri at nýta reglurnar í hesari lóg eru, at
a) ánarin hevur fulla skattskyldu sambært § 1 í lóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt,
b) minst 75 % av samsýningini fyri vinnuvirkið verða latin sum partabrøv,
c) áljóðandi virði av teimum partabrøvunum, ið verða veitt sum samsýning fyri vinnuvirkið, skal svara til samlaða partapeningin,
d) umskipanin fer fram í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná tann í § 3 tilskilaða dag.
2. stk. Eiga fleiri persónar í felag eitt persónliga rikið vinnuvirki, eru treytirnar fyri at nýta reglurnar í hesari lóg harumframt, at allir ánararnir
a) nýta reglurnar í hesari lóg,
b) hava nýtt sama roknskaparskeið, jbr. § 3,
c) í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni hava nýtt sama rakstrarroknskap og fíggjarstøðu fyri vinnuvirkið við felags avskrivingum,
d) fáa samsýning í mun til teirra ognarlut í persónliga rikna vinnuvirkinum.
3. stk. Í samband við eina umskipan kunnu ein ella um neyðugt tveir nýggir partaeigarar seta pening í nýstovnaða partafelagið við í mesta lagi 1.000 kr. hvør.

§ 3. Dagfestingin av byrjanarfíggjarstøðuni, ið verður gjørd í sambandi við umskipanina, verður at rokna sum skattligi umskipanardagurin. Umskipanardagurin er tann dagurin, ið kemur eftir dagfestingina av fíggjarstøðuni fyri síðsta ársroknskapin hjá persónliga rikna vinnuvirkinum.
2. stk. Fyrsta roknskaparskeiðið hjá felagnum gongur frá umskipanardegnum og skal vera 12 mánaðir.

§ 4. Nýtir ánarin reglurnar í hesari lóg, verður vinningur ella tap í samband við umskipanina ikki tikið við í inntøkuuppgerðina hjá hinum skattskylduga.
2. stk. Partabrøv, sum ánarin fær við umskipanina, verða virðissett til eina upphædd, ið svarar til tað skattliga virði av ognum og skuld virkisins á umskipanardegnum. Fær ánarin útistandandi skuld, jbr. § 5, 1. stk., góðskrivaða, tá umskipanin fer fram, verður áljóðandi upphæddin av hesari skuld ikki íroknað upphæddini, sum er nevnd í 1. pkt.
3. stk. Skattliga virðið á ognum og skuld virkisins verður uppgjørd til ta upphædd í reiðum peningi, ein vanlig søla av virkinum hevði givið (handilsvirðið) við frádrátti av skattskyldugum vinningi, sum hevði verið staðfestur, um selt varð til triðja persón. Líkningarráðið kann áseta nærri reglur fyri uppgerðina av skattliga virðinum á vinnuvirkinum.
4. stk. Við sjálvuppgávuni, ið verður latin inn fyri tað inntøkuárið, umskipanin fer fram, skal ánarin skrivliga boða líkningarvaldinum frá umskipanini og leggja við avrit av byrjanarfíggjarstøðuni og einari uppgerð, sambært 2. og 3. stk. fyri útveganarvirðið á partabrøvunum. Líkningarvaldið ansar eftir, at treytirnar fyri at nýta reglurnar í hesari lógini eru loknar og ásetir útveganarvirðið.
5. stk. Tær vanligu reglurnar í skattalóggávuni viðvíkjandi sjálvuppgávu, álíkning, kæru og grannskoðan o.a.m. eru eisini galdandi fyri avgerðir og álíkning líkningarvaldsins eftir hesari lóg.

§ 5. Fær ánarin góðskrivað útistandandi skuld í felagnum í samband við umskipanina, skal áljóðandi virðið svara til tann partin av samsýningini, jbr. § 2, 1. stk., litra b, ið ikki verður veittur sum partabrøv.
2. stk. Verða upphæddir, ið stava frá hækkan av útistandandi skuld í felagnum vegna prístalshækking ella líknandi, útgoldnar til ánaran av umskipaða vinnuvirkinum ella til hjúnafelaga hansara, verða tær taldar við í uppgerðini av skattskyldugu inntøku móttakarans.

§ 6. Tá skattskylduga inntøka felagsins verður uppgjørd, skulu ognarlutir, ið felagið tók við, tá umskipanin fór fram, roknast sum útvegaðir av felagnum til somu tíðir og fyri somu útveganarvirðir, teir veruliga vórðu útvegaðir fyri av fyrrverandi ánara. Skattligar avskrivingar, ið fyrrverandi ánari hevur framt, skulu roknast sum framdar av felagnum í viðkomandi inntøkuári.
2. stk. Hevur fyrrverandi ánarin av vinnuvirkinum keypt ognarlut fyri at selja hann aftur við ágóða ella søla av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara, verður felagið, tá tað selur ognarlutin, skattað eftir teimum reglum, ið galda fyri tílík keyp.
3. stk. Hevur fyrrverandi ánarin í samband við uppgerðina av skattskyldugu inntøku sínari tíðarfest allar rentuinntøkur og rentuútreiðslur, skal skattskylduga inntøka felagsins uppgerast á sama hátt.
4. stk. Vinningur ella tap av sølu ella innloysan av virðisbrøvum, ið felagið tekur við eftir fyrrverandi ánaran í samband við umskipanina, verður viðgjørt eftir somu reglum, sum høvdu verið nýttar, um vinningurin ella tapið stóðst hjá fyrrverandi ánaranum.

§ 7. Ónýttar avsetingar til íløgugrunnar og tey tilhoyrandi innskot, sum framd eru av ánaranum, kunnu flytast fult ella partvíst í felagið. Um einans ein partur av avsetingunum verður fluttur, verða tær fyrstu avsetingarnar at rokna sum fluttar felagnum.
2. stk. Tær fluttu avsetingarnar verða roknaðar at vera avsettar av felagnum í teimum árunum, avsetingarnar eru gjørdar. Um eftirskatting sambært § 10, 1. og 2. stk. í lóg um íløgugrunnar verður gjørd fyri inntøkuár, ið liggja fyri stovning felagsins, skulu tær fluttu avsetingarnar inntøkuførast í fyrsta roknskaparári felagsins.

§ 8. Vísir roknskapurin sambært fíggjarstøðuna í seinasta roknskaparárinum eitt hall, kann tað ikki dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøku felagsins.

§ 9. Lógin fær gildi frá 1. januar 1986. Lógin fær gildi fyri umskipanir, ið fara fram við gildi frá árslok av inntøkuárinum 1985 ella seinni.


Viðmerkingar:
Lagt er fram lógaruppskot um broyting í § 21, 4. stk. í samtíðarskattalógini, sum er ein serregla fyri partafeløg.
Sambært nevnda broytingaruppskot skal eitt partafelag - nýstovnað eins og verandi partafelag - yvirtaka ognir í verandi vinnuvirki til handilsvirðið.
Er talan hinvegin um eitt nýstovnað partafelag, kann tað velja at yvirtaka ognirnar frá einum persónliga riknum vinnuvirki til skattliga bókført virði, treytað av at reglurnar í hesum lógaruppskotinum verða fylgdar.
Við teimum broytingum í skattalóggávuni, ið samtyktar vórðu á tingi á vár, verður staðfestur kapitalviningur við sølu av rakstrargøgnum , skipum og bygningum til vinnulig endamál skattaður sum vanlig inntøka. Eisini varð tá ásett, at sølupeningur fyri "goodwill" verður skattaður sum vanlig inntøka. Umframt umrødda kapitalvinningsskatt kann skattur av afturvunnum avskrivingum eisini koma upp á tal, tá selt verður.
Hesar júst nevndu skattareglur verða eisini galdandi, um ognirnar skulu yvirtakast til handilsvirðið, tá ein persónur umskipar persónlig rikna vinnuvirki sítt til eitt partafelag, hann sjálvur gerst høvuðspartaeigari í.
Landsstýrið heldur tað vera rímuligt, at møguleiki er til staðar í ávísum førum, at persónliga rikin vinnuvirki kunnu umskipasttil nýstovnað partafeløg, uttan at ánarin verður skattaður av hesi orsøk.
Tørvur kann t.d. vera á hesum møguleika, tá generatiónsskifti fer fram, tá mangan er lættari av avhenda eitt virki í partafelagsformi til næstu generatión, uttan at raksturin verður ávirkaður í alt ov stóran mun.
Sambært fyriliggjandi lógaruppskot kann eitt persónliga rikið vinnuvirki umskipast til eitt nýstovnað partafelag, uttan at umskipanin fær skattligar fylgjur fyru fyrrverandi ánarum. Skipanin er grundð á eina sokallaða "successións-reglu", ið merkir, at felagið í øllum lutum tekur við skattligu viðurskiftum fyrrverandi ánarans, hvat virkinum viðvíkur. Hetta merkir, at umskipanin ikki førir skattlegging við sær. Virkið heldur sostatt áfram, uttan at umskipanin fær skattligt árin. Tað einasta, ið hendir, er, at virkið broytir rættarsnið, og at fyrrverandi ánarin nú rekur virkið sum eitt partafelag mótvegis áður sum eitt persónliga rikið virki.
Hinvegin skal felagið gjalda skatt, um vinningur verður staðfestur, afturvunnar avskrivingar íroknaðar, tá felagið seinni selur ein av ognarlutunum ella virkið alt. Somuleiðis kann talan vera um at gjalda skatt, um fyrrverandi ánarin selur partabrøvini við vinningi, hann eigur í felagnum.
Reglurnar í hesum lógaruppskoti kunnu eisini nýtast, tá fleiri persónar í felag eiga eitt persónliga rikið vinnu virki. Í hesum førum eru neyvari treytir ásettar.
Tá hetta lógaruppskotið verður samtykt, er sum áður nevnd framvegis møguligt at umskipa eitt persónliga rikið vinnuvirki eftir teimum vanligu reglunum í skattalóggávuni, jbr. 1. pkt. í § 21, 4. stk. í samtíðarskattalógini. Í hesum føri skal vinningur ella tap, uppgjørt við handilsvirðinum sum grundarlag, teljast við í skattskyldugu inntøkuna hjá fyrrverandi ánaranum, meðan felagið hinvegin útvegar ognirnar til samsvarandi virði.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar.
Til § 1:
Tað er ein treyt, at vinnuvirkið verður umskipað til eitt partafelag, sum verður skrásett í Føroyum.
Ánarin kann velja at umskipa vinnuvirkið til eitt partafelag sambært teimum vanligu galdandi reglunum í skattalóggávuni, tá avhendað verður til triðja persón, t.m. avhending til handilsvirðini. Ánarin kann vera áhugaður fyri, at tap, ið kann dragast frá, verður staðfest, tá avhendingin fer fram, ella at felagið útvegar teir einstøku ognarlutirnar fyri eitt høgt virði. Í hesum førum kann útvegannarpeningurin fyri partabrøvini eisini vera hægri. Tað ber ikki til at nýta reglurnar í hesum lógaruppskotinum til ávísar ognarlutir, maðan tær vanligu skattalógarreglurnar til ávísar ognarlutir, meðan tær vanligu skattalógarreglurnar verða nýttar til aðrar ognarlutir í virkinum.

Til § 2:
Reglan ásetir fleiri treytir, ið lúkast skulu, tá umskipað verður eftir hesum lógaruppskoti.
Ein treytin er, at fyrrverandi ánarin hevur fulla skattskyldu sambært § 1 í samtíðarskattalógini. Sostatt kemur ikki persónur, ið hevur avmarkaða skattskyldu ella ikki hevur skattskyldu í Føroyum, undir reglurnar í lógaruppskotinum.
Ein onnur treyt fyri at umskipa eftir hesum reglunum er, at talan er um eitt verandi vinnuvirki. Tá støða skal takast til spurningin, hvørt talan er um at yvirtaka eitt verandi virki, ella einans ein ella ávísar ognarlutir, skulu umstøðurnar í tí einstaka førinum vera avgerandi.
Í minsta lagi 75% av samsýningini fyri vinnuvirkið skulu latast sum partabrøv í felagnum.
Tey partabrøvini, ið verða veitt sum samsýning fyri vinnuvirkið, skulu svara til tann samlaða partapeningin í felagnum. Sostatt kunnu ikki aðrir enn fyrrverandi ánarin gerast partaeigarar í nýstovnaða partafelagnum. Hetta kemst av, at áðurnevnda succesiónsreglan ber í sær, at tann lutfalsligi ognarluturin í partafelagnum verður hin sami, sum í persónliga rikna virkinum.
Møguleiki er fyri at umskipa virkið við afturvirkandi gildi. Sambært uppskotinum kann umskipanin fara fram í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná umskipannardagin. Hesin er sambært § 3 tann dagurin, ið kemur eftir dagfestingina av fíggjarstøðuni fyri síðsta ársroknskapin hjá persónliga riknum vinnuvirkinum.
Reglurnar í hesum lógaruppskotinum kunnu eisini nýtast, tá fleiri persónar í felag eiga eitt persónliga rikið vinnuvirki. Í hesum førum verða tær treytir lagdar afturat, at allir ánararnir nýta reglurnar í hesum uppskotinum, at teir hava nýtt sama roknskaparskeið og -grundarlag og harvið gjørt lutfalsliga eins stórar avskrivingar.
Harumframt skulu teir samsýnast í mun til teirra ognarlut í persónliga ikna vinnuvirkinum.
Í galdandi partafelagslóg - ríkislóg nr. 123 frá 15 apríl 1930 - er ásett, at minst tríggir persónar skulu til at stovna eitt partafelag, og at somu persónar skulu tekna í minsta lagi ein part og í minsta lagi fyri 500 kr. Eisini fyriskipar partafelagslógin, at meginreglan er, at ikki færri enn tríggir partaeigarar skulu eiga eitt partafelag.
Fyri ikki at bera ímóti nevndu ásetingum í partafelagslógini er í hesum lógaruppskoti neyðugt at fyriskipa regluna, sum ásett er í 3. stk. í § 2. Í teimum førum talan er um at umskipa einstaklingavirki, ella tá tveir persónar eiga eitt vinnuvirki í felag, verður sostatt, sambært krøvunum í partafelagslógini neyðugt at lata tveir ávikavist ein persón afturat gerast partaeigarar, tó í mesta lagi við einum partabrævi við áljóðandi virði upp á 1.000 kr.
Reglan er einans ásett fyri at lúka krøvini í partafelagslógini og hevur tískil ikki annað endamál í samband við hesum lógaruppskoti. Nevndu persónar kunnu einans taka lut við einum parti upp á 500 kr. og broyta sostatt ikki tey upprunaligu ognarviðurskiftini.

Til § 3:
Dagurin fyri byrjannarfíggjarstøðuna hjá felagnum er dagurin eftir dagfestingina av fíggjarstøðuni fyri síðsta ársroknakapin hjá persónliga rikna virkinum og nevnist um skipannardagurin. Fyrsta roknskaparskeiðið hjá felagnum gongur frá umskipannardegnum og skal vera 12 mánaðir.
Fellur inntøkuárið saman við álmanakkaárinum er um skapannardagurin sostatt 1. januar og umskipanin, t.e. stovnanin av felagnum skal fara fram fyri 1. juli í hesum árinum.

Til § 4:
Tá fyrrverandi ánarin umskipar virkið sítt eftir reglunum í hesum lógaruppskotinum, verður vinningur ella tap í samband við umskipanina ikki tikið við í inntøkuuppgerðina hjá hinum skattskylduga.
Fyrrverandi ánarin skal í staðin, um hann avhendar partabrøvini innan 3 ár, gjalda skatt av vinninginum, aftur vunnar avskrivingar íroknaðar, ið annars hevði verið skatt lagdur við vanligari avhending, tá umskipanin fór fram.
Tílík skattlegging skal framjast við, at tað skattliga úvegannarvirðið á partabrøvunum verður uppgjørt sum tað skattliga virði á ognum og skuld virkisins. Tað skattliga virðið svarar til tað kontanta virðið á ognum og skuld virkisins við frádrátti av skattskyldugum vinningi, sum hevði verið staðfestur, um virkið varð selt kontant. Nevndi háttur at ger virðini upp, svarar í flestu førum til tað skattliga bókaða virðið.
Verða avsetingar til íløgugrunnar yvirtiknar, skal øll avsetingarupphæddin ganga inn sum skuld. Hendan upphæddin verður roknað at svara til handilsvirðið.

Til § 5:
Fyrrverandi ánarin hevur møguleika fyri at fáa ein part av frívirðinum í virkinum samsýndan sum útistandandi skuld í felagnum. Skotið verður upp, at umrødda skuld í mesta lagi kann vera 25% av teirri samlaðu samsýningini (skattligu virðunum).
Tann útistandandi skuldin skal hava navnvirði (pari), sum ber í sær, at áljóðandi virðið skal svara til tann lutfallsliga partin av skattliga virðunum. Hetta er galdandi, uttan mun til, hvørjar treytir annars verða avtalaðar í samband við ta útistandandi skuldina. Sostatt ber ikki til at niðurskriva gangvirðið (kursin) á einum tílíkum skuldarbrævi. Er avtala gjørd um prísjavning av útistandandi skuldini, verða upphæddir, ið stava frá hesum hækkingum av skuldini, skattaður sum vanlig inntøka, tá tær verða útgoldnar til fyrrverandi ánaran ella hjúnafelaga hansara.

Til § 6:
Í hesari greinini er nærri ásett, hvussu skattskylduga inntøka felagsins skal gerast upp samsvarandi framman fyri umrøddu "succesións-reglu".

Til § 7. b
Her er at viðmerkja, at tær fluttu avsetingarnar verða roknaðar at vera avsettar av felagnum til somu tíðir, sum tann fyrrverandi ánarin setti tær av, hóast felagið ikki var stovnað, tá avsetingarnar vórðu framdar. Eftirskatting av avsetingunum fyri avsetingarárini fer fram, um so er, at felagið fer á húsagang ella avhendar virkið.

Til § 8:
Skattligt hall, ið ikki er frádrigið, kann ikki yvirtakast av felagnum. Hetta kemst av, at tað í mongum førum er ómøguligt at gera upp, hvørt hallið stavar frá tí umskipaða virkinum ella frá øðrum virksemi hjá skattgjaldaranum, t.d. virksemi, ið ikki kemur undir vinnu hansara, m.a. rentuútreiðslur av privatari skuld.

Til § 9:
Skotið er upp, at lógin fær gildi fyri umskipanir, ið fara fram við gildi frá árslok av inntøkuárinum 1985 ella seinni. Ein umskipan kann eisini fara fram, tá eitt inntøkuár endar. Hevur fyrrverandi ánarin nýtt álmanakkaárið sum inntøkuár, kann ein umskipan sostatt fara fram við gildi frá árslok av álmannakkaárinum 1985. Fyrsta roknskaparár felagsins skal tí fella saman við álmanakkaárinum 1986. Umskipanin (stovnanin av nýggja felagnum) skal fara fram áðrenn 6 mánaðir aftaná umskipannardagin, jbr. § 3, t.m. fyri 1. juli 1986.


Felagsálit í
løgtingsmálunum nr. 38: Broytingar í skattalógunum, 39: Umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag, 40: Skattur av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum, og 34: Broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar.

Málini nr. 38: Broytingar í skattalógunum, 39: Umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag og 40: Skattur av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum vórðu løgd fram av landsstýrinum tann 16. december 1985, meðan løgtingsmál nr. 34: Broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar varð lagt fram av Fólkaflokkinum 11. december 1985.
Øll 4 málini vórðu viðgjørd undir einum 14. januar 1986 og vórðu eftir 1. viðgerð beind í skattanevndina.
Skattanevndina hevur viðgjørt málini og hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.
Meirilutin (Heine O. Heinesen, Hilmar Kass og Poul Jacob Olsen) metir, at samráðingarnar í skattanevndini góvu tað úrslit, at meirilutin tekur undir við uppskotum landsstýrisins, men setir tó fram fylgjandi broytingaruppskot í løgtingsmáli nr. 38: Broytingar í skattalógunum.


Broytingaruppskot til I:
Í § 1 verður sett sum nýtt pkt. 11, og verða pkt. 11, og 12 til 12 og 13: "11) § 43, 1. stk. verður soleiðis orðað:
"Bygda(r)ráðið kann, um tað ikki helsur, at skattakommunan hjá einum skattskyldugum 1. oktober er tann rætta jvb. § 41, 2.- 6. stk., kæra um hetta áðrenn 1. mai árið eftir. Um hin skattskyldugi er settur í skatt sambært 2. stk., er kærufreistin 5 mánaðir aftan á, at skattskyldan hevur tikið við. Skattaborgarin kann kæra um avgerðina innan 3 mánaðir aftan á, at hann hevur fingið fráboðanina um, til hvørja kommunu, hann er tilhaldsskattskyldugur. Um kommunurnar ikki eru samdar um, til hvørja kommunu ein persónur er kommunuskattskyldugur, ella semja ikki kann fáast við ein persón um hetta, kann spurningurin leggjast fyri líkningarráðið. Tó kann skattaborgarin innan 4 vikur aftan á, at hann hevur fingið boð um úrskurð líkningarráðsins kæra avgerðina til landsstýrið."


Broytingaruppskot til II
§ 2 í uppskoti landsstýrisins II verður soljóðandi:

§ 2. Henda lóg fær gildi fyri skattir, sum verða líknaðir á inntøkum í tí roknskaparárinum, sum endar í álmanakkaárinum 1986 ella seinni.


Broytingaruppskot til IV
1) § 2, 1. stk., 1. pkt. verður orðað soleiðis:
"Skattlig avskriving verður gjørd undir einum fyri allar maskinur, innleggingar og innrættingar í bygningum, tiknir í vinnuliga nýtslu áðrenn 1. januar 1983, innbúgv og tílík rakstrargøgn bert nýtt vinnuliga, sum hoyra til vinnuvirki hins skattskylduga, samanber tó § 11, 2. stk."
2) § 5, 1. stk. verður orðað soleiðis:
"Er saldoin vorðin negativ av tí, at sølupeningur v.m. skal dragast frá í avskrivingargrundarlagnum, og er saldoin ikki rættað upp aftur á tann hátt, sum tilskilað er í 2. stk. ella við útveganum sambært hesum kapitli ella bygningum sambært § 17, 1. stk., litra a) í seinasta lagi næsta inntøkuár, skal saldoin rættast upp aftur soleiðis, at upphæddin verður roknað uppí við uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni fyri síðstnevnda inntøkuár."
3) § 12, 3. stk. verður orðað soleiðis:
"Er saldoin vorðin negativ av tí at sølupeningurin v.m. skal dragast frá í avskrivingargrundarlagnum, og er saldoin ikki rættað upp aftur í seinasta lagi næsta inntøkuár, antin við útveganum av skipum eftir hesum kapitli, rakstrargøgnum sambært 1. kap., ella vinnuligum bygningum sambært § 17, 1. stk. litra a), skal saldoin rættast upp aftur soleiðis, at upphæddin verður roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni fyri síðstnevnda inntøkuár."
4) § 17 verður orðað soleiðis: "Skattlig avskriving eftir reglunum í § 20 kann verða gjørd fyri niðanfyri nevndu bygningar, sum verða nýttir vinnuliga:
a. Bygningar, sum verða nýttir til handverk og ídnað.
b. Gistingarhús burturav, ella bygningar til útleiging við minst 10 íbúðum, her íroknað neyðug skrivstova og goymsluhøli.
c. Aðrir bygningar, herundir skrivstovu- og goymslubygningar, har minst 75% av gólvvíddini verða nýtt vinnuliga, her íroknað neyðug goymsluhøli."
5) § 20, 1. stk. verður orðað soleiðis:
Fyri bygningar nevndir í § 17, 1. stk. litra a) og b), kann útvegannarárið og 9 næstkomandi inntøkuár verða gjørd skattlig avskriving við upp til 7% av útvegannarpeninginum. Hvørt av fylgjandi inntøkuárum kann skattlig avskriving verða gjørd við upp til 2% v útvegannarpeninginum. Útvegannarárið er tað inntøkuár, ið bygningurin verður fingin í hendur ella fullgjørdur og tikin í nýtslu til endamál, sum heimilar skattliga avskriving.
2. stk. Fyri bygningar, nevndir í § 17, 1. stk., litra c), kann útvegannarárið og 9 næstkomandi inntøkuár verða gjørd skattlig avskriving við upp til 4% av útvegannarpeninginum. Hvørt av fylgjandi inntøkuárum kann skattlig avskriving verða gjørd við upp til 1% av útvegannarpeninginum.

6) § 25, 1. stk. verður orðað soleiðis:
"Selur ella avhendar hin skattskyldugi bygning ella byggigrund, har bygningur stendur ella hevur staðið, sum kund verið avskrivaður sambært § 17, 1. stk., sbr. § 20, so skal vinningurin verða roknaður upp í skattskyldugu inntøkuna, um hann ikki verður nýttur til endurútvegan av teimum í 1. kap. tilskilaðu rakstrargøgnum ella teimum í § 17, 1. stk. litra a) tilskilaðu bygningum í seinasta lagi næsta inntøkuárið eftir søluárið. Møguligt hall kann ikki verða frádrigið í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni. Undantikin hesi reglu eru bygningur og byggigrund útvegað áðrenn 1. januar 1950."

Minnilutin (Jógvan Sundstein) hevur hesar viðmerkingar:
Aftaná at lóggáva í apríl 1985 varð framd um at skatta kapitalvinning (incl. inflatiónsvinning) av skipum og bygningum, hevur tað verið alsamt meira neyðugt at skipa eina lóggávu, sum ger tað møguligt alternativt at nýta hesar vinningsupphæddir óskattaðar í vinnulívinum. Hetta kann gerast við, at slíkar upphæddir kunnu endurinvesterast og nýtast sum forskotsavskriving í onnur tól enn tey seldu. Fyri at hendan skipanin kann virka og vera neutral mótvegis vinnuni, eigur tað at vera frítt at velja hvørji gøgn, ein selur, og hvørji ein keypir. Tað má vera viðurskiftini hjá tí einstaka virkinum, sum avgera hetta.
Tí legði Fólkaflokkurin fram lógaruppskot í tingmáli nr. 34/1985 um at broyta avskrivingarlógina eftir hesum sjónarmiðum. Sama uppskotið legði flokkurin eisini fram í apríl 1985 í tingmáli nr. 82/1984, men tá varð tað felt.
Í landsstýrisuppskotinum í tingmáli nr. 38/1985 er bert gingið tað lítla stigið framá, at søluvinningur frá skipum kann nýtast til íløgu í maskinur og tól. Hetta er alt ov lítið sæð í einum heildarljósi, og er hetta heldur ikki neutralt mótvegis fríum vinnuvali. Aftaná 1. viðgerð og orðaskifti annars um málið, sær tað tó út til, at ein ávísur bati er á veg. Landsstýrisflokkarnir í skattanevndini hava sett fram uppskot um, at søluvinningur frá skipum eisini skal kunna nýtast til vinnuligar bygningar. Hetta er sum sagt ein bati, sjálvt um samgongan enn er komin alt ov stutt á hesum øki.
Tað er tí av allarstørsta týdningi fyri framhaldandi vinnulívsútbygging í Føroyum við størst møguligari eginfíggjan, at uppskotið frá Fólkaflokkinum,tingmál nr. 34/1985, verður samtykt.
Í tingmáli nr. 38/1985 hevur samgongan eisini uppskot um, at um persónur ella persónar skipa egið vinnuvirki um til partafelag, skulu virðini yvirdragast til handilsvirði. Hetta skapar stórar trupulleikar fyri vinnuna, av tí at slíkt í fleiri førum útloysir ein stóran skatt, sum minkar um eginfíggjanina og møguleikarnar fyri framhaldandi rakstri. Har afturat gevur tað stórar praktiskar trupulleikar at finna handilsvirðið.
Fólkaflokkurin gongur tí ímóti hesum uppskoti. Um uppskotið kortini verður samtykt, ertingmál nr. 39/1985, ein neyðloysn, sum tó helst má endurskoðast aftur heilt skjótt.
Hækkingin av partafelagsskattinum(tingmál nr. 38/1985) upp til 49% fyri alla skattskyldugu inntøku kann helsur ikki góðtakast undir verandi umstøðum og als ikki, tá ikki vinningsbýtisskatturin samstundis verður lækkaður. Her verður jú talan um økta dupultskatting.

Tingmál nr. 40/1985, skatting av vinningi av virðisbrøvum, er, sjálvt um talan bert er uum virðisbrøv ein hevur havt styttri enn 3 ár, størsti ágangur í langa tíð á íløguhugin í føroyskt vinnulív, og má síggjast sumbyrjanin til skatting av uppsparing. Hetta er nakað nýtt í føroyskari skattalóggávu. Kanska vísa avleiðingarnar seg ikki fyrrenn um nøkur ár, men tann búskaparliga støða, land okkara er í, krevur tað øvugta av tí førda politikkinum, nevniliga at skundað verður undir størri uppsparing og størri eginkapital í vinnuvirkjum okkara.
Samanumtikið mælir minnilutin (Jógvan Sundstein) til at samtykkja tingmál nr. 34/1985 (Fólkafloksuppskotið) og til ikki at atkvøða fyri landstýrisuppskotunum, burtursæð frá einstøkum pørtum, sum undir verandi umstøðum kunnu vera til ein vissan bata.
Ein annar minniluti (Pauli Ellefsen úr Sambandsflokkinum) kann sum heild ikki taka undir við uppskotum landsstýrisins og uppskoti Fólkafloksins um broytingar í skattalógunum.
Tó kann beinanvegin viðmerkjast, at okkurt er innihildið í hesum lógaruppskotum, sum minnilutin kann atkvøða fyri.
Umrøddu uppskotini koma, verða tey samtykt, sum frá líður at gera tað munandi trongari og truplari hjá okkara vinnulívi at virka. Skattliga sjónarmið Sambandsfloksins er væl kent. Í undanfarna valskeiði eydnaðist tað Sambandsflokkinum at taka nøkur fá og smá stig fram móti einari rímiligari og rættvísari skattaskipan, sum ber í sær, at vinnan sjálv sleppur rímiliga lætt, skattliga sæð, meðan tað samstundis verður trygjað, at teir sum vinnuna eiga, gjalda skatt av tí teir fáa út út vinnuni, bæði sum løn og sum avkast.
Um tey einstøku lógaruppskotini er at siga:
Løgtingsmál nr. 38/1985: Broytingar í skattalógunum. Hetta uppskot inniheldur broytingar um fleiri ymisk viðurskifti. Nevnast kann broytingin í § 21, 4. stk. í skattalógini um nýstovnan av partafeløgum. Hesum uppskoti tekur minnilutin ikki undir við. Minnilutin átalar harðliga, at sitandi samgonga hækkar skattin hjá partafeløgum. Hækkingin kemur at raka tey smáu feløgini, spírarnar í okkara vinnulívi, og seinka hesum í at mennast til frama fyri samfelagið. Í staðin átti landsstýrið at gingið víðari fram eftir tí leið, sum undanfarna landsstýri gekk. Minnilutin setir fram broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins. Har aftur ímóti kann minnilutin taka undir við teimum ajourføringum í lóg um íløgugrunnar, sum landsstýrið hevur uppskot um (at hækka kr. 1.200,- upp í 4.00,-), og í avskrivingarlógini, sum Fólkaflokkurin hevur uppskot um (at hækka 50.000 til kr. 80.000). Minnilutin kann ikki taka undir við uppskoti landsstýrisins, og heldur ikki við uppskoti Fólkafloksins, um skatting av vinningi í samband við sølu av bygningum. Minnilutin tekur tó undir við tí broyting, at ein negativ saldo frá skipum eisini kann nýtast til avskriving upp á rakstrargøgn uppí á landi eins til ávísir bygningar, eins og negativ saldo frá rakstrargøgnum eisini kann nýtast til avskrivingar upp á ávísar bygningar.
Løgtingsmál nr. 39/1985: Umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag.
Í staðin fyri at samtykt eina langa sertaka lóg um hesi viðurskifti, so kundi spurningurin verið loystur við einari minni broyting av § 21, 4. stk. í skattalógini. Tær einstøku reglurnar í fyriliggjandi lógaruppskoti gera tað nakað truplari fyri vinnuni at umskipa virkir til partafeløg, utta at hetta í serligan mun gagnar tí almenna ella heildini annars.
Løgtingsmál nr. 40/1985: Skattur av vinningi í samband við sølu av virðisbrøvum.
Minnilutin metir hetta uppskot vera púra óneyðugt. Tá talan er um spekulatión í sambandi við nýstovnan av partafeløgum, sum í ein ávísan mun ivaleyst hevur funnið stað, er nóg mikið at gera eina lítla broyting í verandi lógarreglu. Sambandsflokkurin skjýtur upp, at galdandi 2 ára regla verður broytt soleiðis, at vinningur við sølu av partabrøvum, har partafelagið er minni enn tvey ára gamalt, verður skattskyldugur. Hendan reglan loysir sjálvan spurningin, men gevur annars ikki smáum og størri partaeigarum teir praktisku trupulleikar, sum landsstýrisuppskotið kemur at geva.
Løgtingsmál nr. 34/1985: Broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
Í uppskotinum leggur fólkaflokkurin upp til eina prinsippbroyting í okkara skattalóggávu, sum minnilutin metir sera vandamikla. Eftir uppskoti Fólkafloksins skal ein vinnulívsmaður sleppa at avgera, um hann rekur skattliga ella ikki skattliga vinnu. Tá ið ein bygningur verður keyptur, skal keyparin siga frá, um hann ynskir at avskriva og gjalda skatt við sølu av bygningum, ella um hann ikki ynskir at avskriva og fáa skattafrían vinning burturúr søluni av bygninginum.
Fyri tað fyrsta kann minnilutin ikki medvirka til skatting av vinningi upp á vinnulívsbygningar. Fyri tað næsta vil minnilutin ávara løgtingið ímóti yvirhøvur at koma inn á eina sovorðna lóggávu. Hvat hevði tað næsta uppskotið blivið. Ivaleyst at ein ikki skal skatta av yvirskoti, um ein letur vera við at draga rakstrarútreiðslurnar frá.
Út frá hesum viðmerkingum setir minnilutin fram soljóðandi

Broytingatuppskot til uppskot landstýrisins:
Í II, § 1 verður í staðin fyri: "49% av inntøkuni" sett:
"25% av teimum fyrstu kr. 100.000, 35% av teimum næstu kr. 200.000, 45% av teimum næstu kr. 200.000 og 49% av inntøkuni oman fyri kr. 500.000."
Í løgtingslóg nr. 86 um landsskatt og kommunuskatt verður skoytt uppí § 27:

"Verður partabræv selt áðrenn 2 ár aftan á stovnanina av viðkomandi partafelag, er ágóði við søluni at rokna sum skattskyldur inntøka."

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at