Vit upplýsa einki fyri nøkrum, og tú skalt ikki gera meira. Vit taka okkum av málinum.
Boða trygt frá rúsevnasmugling
Hevur tú vitan ella mistanka um, at onkur smuglar rúsevni, kanst tú trygt boða tolleftirlitinum hjá TAKS frá. Ring, smsa ella skriva til okkara á 35 27 00 ella á rusevni@taks.fo.
Tænastan er opin 24/7.
Tað verður okkara millum
Tú kanst eisini senda okkum eitt anonymt bræv
Bara eini stutt boð, sum tú skrivar á ein lepa og leggur í ein brævbjálva.
Uttaná skrivar tú:
Tolleftirlit
Boks 2151
Koyr brævið í ein av bláu postkassunum hjá Posta
Hann pjøvist ikki at vera ein í tínum øki. Gev gætur, at er hann í Suðuroy, verður Tvøroyri stemplað á bjálvan. Er hann aðrastaðni, verður Tórshavn stemplað á.
Tú kanst eisini koyra brævið í postkassan hjá TAKS
Tá er ikki neyðugt við frímerki alla at skriva nakað uttaná, tí brævið kemur í rættar hendur kortini. Postkassin hjá TAKS er við høvuðsdyr okkara á Smyrilsvegi 20 í Havn.
Postkassin hjá TAKS er við høvuðsdyr okkara á Smyrilsvegi 20 í Havn.