At keypa á netinum
Tá man keypir á netinum úr útlondum, rindar man onkuntíð bara frakt og faktura, aðrar tíðir eisini toll, mvg og punktgjøld. Her sært tú, nær man rindar hvat, og hvussu alt verður roknað. Tú sært eisini, hvat tú ikki kanst innflyta uttan við loyvi, og hvat tú ikki kanst innflyta yvirhøvur.
Undir "Tollorð" niðast eru orðafrágreiðingar.
300 krónu-reglan
Vøra, sum kostar 300 krónur ella minni at keypa á netinum úr útlondum, íroknað frakt og møguliga trygging, er frítikin fyri øll onnur gjøld. Tú fært hana fyri tað, sum tú keypir hana fyri frá handlinum, pluss frakt og møguliga trygging. Hetta kalla vit tollvirðið á vøruni. 300 krónu-reglan er tó ikki galdandi fyri góðgæti, bakstur, mjólkarúrdrátt og fýrverk. Les meira um hesar vørur undir partinum um punktgjald.
Kostar vøra meira enn 300 krónur við frakt og trygging, verður hon tollað. Tað merkir, at tá koma í flestu førum 25% í mvg omaná. Harumframt koma avgreiðslugjøld hjá TAKS og flutningsfelagi. Alt eftir, hvat fyri vøru, ið talan er um, og í hvørjum landi, hon er framleidd, kanst tú eisini koma til at skula rinda toll og punktgjald.
Tollur
Vøra, sum er framleidd í londum, sum Føroyar hava handilssáttmála við, er tollfrí. Tollur verður hinvegin altíð rindaður av vøru, sum er framleidd í londum, sum vit ikki hava handilssáttmála við, t.d. Kina og USA. Henda toll kalla vit eisini GATT-toll. Tað ger tað sama, um tú bíleggur vøruna í t.d. einum donskum nethandli. Er hon framleidd í einum landi, sum vit ikki hava handilssáttmála við, rindar tú toll. Landið, har vøran er framleidd, kalla vit upprunaland.
Gev gætur, at fyri at TAKS skal kunna síggja, um ein vøra er tollfrí ella ikki, skal handilin altíð upplýsa upprunalandið á fakturanum. Annars rindar tú toll, sjálvt um vøran kundi verið tollfrí.
Støddin á tollinum veldst um vøruslag. Á klæðum er hann altíð 10%. Á telduútgerð millum 2 og 6%. Hvussu nógvan toll, tú skalt rinda av einari vøru, kanst tú annars síggja í toll- og vøruskránni, ið vit hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja. Hana finnur tú undir snarslóðum. Hon kann vera eitt sindur ring at lesa, men tú kanst leita í henni við at trýsta á “Leita” í grøna bjálkanum ovast, tá ið tú kemur til skránna. Snýr tað seg til dømis um einar sandalur, skriva so sandalur í leitigluggan. Tú kanst eisini skriva sand ella sandal. Stjørnutekn, gásareygu og onnur slík tekn skulu ikki nýtast, einans bókstavir.
Føroyar hava handilssáttmála við hesi lond:
Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland og Ungarn.
Er vøran, sum tú keypir, framleidd í einum av hesum londum, rindar tú ikki toll.
Punktgjald
Fyri summa vøru rindar tú punktgjald, eitt nú fyri góðgæti, bakstur og fýrverk. Punktgjaldið er ymiskt til støddar. Fyri góðgæti er tað vanliga 40% + 16 krónur pr. kilo. Fyri bakstur vanliga 13% + 14 krónur pr. kilo. Fyri fýrverk vanliga 100% + 0 krónur pr. kilo. (Les meira um fýrverk undir partinum um vøru, ið tú ikki kanst innflyta uttan við loyvi).
Punktgjald verður roknað av tollvirðinum, og rindar tú toll av vøruni, verður punktgjald roknað av teirri upphæddini eisini. Yvirlit yvir ymisku punktgjøldini finnur tú í avgjaldslógini. Finn hana undir snarslóðum og blaða niður til frumskjal 1, beint eftir § 8.
Mvg
Er tollvirðið á vøruni meira enn 300 krónur, verður mvg á 25% altíð lagt omaná, tó ikki á ávísar bøkur og brosjurur. Í kapitli 49.01 í toll- og vøruskránni sært tú, hvørjar vørur, ið talan er um. Tú finnut toll- og vøruskránna undir snarslóðum.
Mvg verður roknað av tollvirðinum, og rindar tú toll og/ella punktgjald av vøruni, verður mvg roknað av hesum eisini.
Avgreiðslugjald
Avgreiðslugjaldið er upphæddin, sum TAKS tekur fyri at tolla ein pakka. Avgreiðslugjaldið er 30 krónur pr. pakka. Viðhvørt tolla flutningsfeløg eisini fyri privatpersónar, og tá kemur avgreiðslugjaldið hjá teimum afturat.
Fakturi skal altíð fylgja við vøruni
Keypir tú vøru á netinum, skal fakturi altíð fylgja við vøruni. Ger hann ikki tað, fært tú fráboðan um manglandi faktura, og TAKS heldur vøruni aftur, inntil vit hava móttikið fakturan. Tá ið ein fakturi manglar, ger avsendarin stundum ein proformafaktura, eisini kallað Commercial invoice, men hetta er ikki nóg mikið. Vøra verður afturhildin, til rætti fakturin er latin okkum.
Fyri at fáa fatur á einum manglandi faktura, skalt tú venda tær til handilin, ið tú hevur keypt vøruna frá. TAKS kann ikki hjálpa við hesum.
Tollingaráheitan og skjóttolling
Er tollvirðið á vøruni yvir 3.000 krónur, skalt tú altíð útfylla eina tollingaráheitan og lata hana til TAKS. Tú finnur tollingaráheitanina undir snarslóðum. Er tollvirðið 3.000 krónur ella minni, kanst tú skjóttolla vøruna. Tað merkir, at tá kanst tú leypa tollingaráheitanina um og í staðin rinda ein fastan toll á 10%. Hetta kann vera praktiskt, um tað hevur skund at fáa vøruna út.
Dømi um netkeyp
Niðanfyri eru tvey dømi um einar buksur, sum verða keyptar á eBay. Buksurnar eru framleiddar í ávikavist Kina og Týsklandi. Fakturaprísur og frakt/trygging eru hugsað tøl. Vit síggja, at í dømi 1 er líkamikið, hvar buksurnar eru framleiddar, tí í báðum førum er tollvirðið 300 krónur, og eingi onnur gjøld koma afturat.
Buksur, dømi 1 |
| |||
Úr Kina | Úr Týsklandi | |||
Fakturaprísur: | 250 kr. | Fakturaprísur: | 250 kr. | |
Frakt og trygging: | 50 kr. | Frakt og trygging: | 50 kr. | |
Tollvirði: | 300 kr. | Tollvirði: | 300 kr. | |
Kostnaður: | 300 kr. | Kostnaður: | 300 kr. |
Í dømi 2 er tollvirðið meira enn 300 krónur, og nú verður munur á prísinum. Tollur kemur á buksurnar úr Kina, tí vit hava ikki handilssáttmála við landið. Tað hava vit við Týskland.
Buksur, dømi 2 |
| |||
Úr Kina | Úr Týsklandi | |||
Fakturaprísur: | 260 kr. | Fakturaprísur: | 260 kr. | |
Frakt og trygging: | 50 kr. | Frakt og trygging: | 50 kr. | |
Tollvirði: | 310 kr. | Tollvirði: | 310 kr. | |
Tollur, 10% av 310: | 31 kr. | Tollur: | 0 kr. | |
Mvg, 25% av 341: | 85 kr. | Mvg, 25% av 310: | 78 kr. | |
Avgreiðslugjald, TAKS: | 30 kr. | Avgreiðslugjald, TAKS: | 30 kr. | |
Kostnaður:* | 456 kr. | Kostnaður:* | 418 kr. |
*) Harumframt kemur møguligt avgreiðslugjald hjá flutningsfelagi.
Annað dømi um netkeyp
Niðanfyri er annað dømi um vøru, sum verður keypt á eBay. Hesa ferð er tað 1 kilo av myrkari sjokulátu, sum er framleidd í ávikavist Kina og Týsklandi. Fakturaprísur og frakt/trygging eru hugsað tøl. Vit síggja, at nú kemur punktgjald afturat, og tá er 300 krónu-reglan ikki galdandi. Tollurin er 20% og verður sum í fyrra døminum bert lagdur á vøruna úr Kina.
Sjokuláta, dømi 1 | ||||
Úr Kina | Úr Týsklandi | |||
Fakturaprísur: | 200 kr. | Fakturaprísur: | 200 kr. | |
Frakt og trygging: | 50 kr. | Frakt og trygging: | 50 kr. | |
Tollvirði: | 250 kr. | Tollvirði: | 250 kr. | |
Tollur, 20% av 250: | 50 kr. | Tollur: | 0 kr. | |
Punktgjald, 40% av 300: | 120 kr. | Punktgjald, 40% av 250: | 100 kr. | |
Punktgjald, 16 kr. pr. kg.: | 16 kr. | Punktgjald, 16 kr. pr. kg.: | 16 kr. | |
Mvg, 25% av 436: | 109 kr. | Mvg, 25% av 366: | 92 kr. | |
Avgreiðslugjald, TAKS: | 30 kr. | Avgreiðslugjald, TAKS: | 30 kr. | |
Kostnaður:* | 575 kr. | Kostnaður:* | 488 kr. |
*) Harumframt kemur møguligt avgreiðslugjald hjá flutningsfelagi.
Minst til
Er tollvirðið á vøruni 3.000 krónur ella minni, kanst tú skjóttolla hana og rinda ein fastan toll á 10% í staðin. Minst eisini til, at vilt tú tryggja tær, at tú kanst fáa eina vøru tollfría, so skal handilin altíð upplýsa upprunaland á fakturanum. Annars rindar tú toll.
Summar vørur er ólógligar at innflyta hjá privatpersónum uttan við loyvi, t.d. vápn, fýrverk og djór. Bíleggur tú tílíka vøru úr útlondum uttan við loyvi ella fært hana sendandi frá onkrum, verður hon steðgað í tollinum, og viðkomandi myndugleiki tekur síðan støðu til, hvat gerast skal við vøruna.
Vápn og fýrverk
Tað er ólógligt at innflyta vápn og fýrverk uttan við loyvi frá løgregluni. Fyriliggur einki loyvi, verða vápn og fýrverk altíð afturhildin í tollinum. Løgreglan tekur síðan støðu til, um vøran er lóglig og kann útflýggjast, ella um hon er ólóglig og skal fyribeinast.
Persónar undir 18 ár kunnu einki vápn og fýrverk innflyta. Gev í hesum sambandi gætur, at í tollhøpi er tað altíð móttakarin á fakturanum, sum er innflytari. Er hesin persónur undir 18 ár, verður vøran altíð fyribeind. Annar persónur kann ikki útloysa hana.
Innflutningur av vápnum er skipaður í vápnalógini. Hana finnur tú her. Innflutningur av fýrverki er skipaður í fýrverkslógini. Hana finnur tú her.
Djór
Tað er ólógligt at innflyta djór uttan við loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Fyriliggur einki loyvi, verða djór altíð afturhildin í tollinum. Heilsufrøðiliga starvsstovan tekur síðan støðu til, um djórið kann útflýggjast ella ikki. Kann tað ikki útflýggjast, verður tað vanliga sent aftur til avsendaran. Sum djór verða eisini roknað egg, ið kunnu klekjast.
Innflutningur av djórum er skipaður í lóg um djórasjúkur og í lóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum. Tú finnur lógirnar her og her. Viðkomandi er eisini kunngerð um innflutning av eksotiskum djórum. Hana finnur tú her.
Summar vørur eru altíð ólógligar at innflyta hjá privatpersónum, t.d. heilivágur, rúsdrekka og tubbak. Bíleggur tú tílíka vøru ella fært hana sendandi frá onkrum, verður hon steðgað í tollinum og fyribeind.
Rúsdrekka
Einans Rúsdrekkasøla landsins kann innflyta rúsdrekka, t.e. øl, vín og brennivín. Keypir tú rúsdrekka á netinum úr útlondum, ella fært tú tað sendandi frá onkrum, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir tær fráboðan um hetta.
Tað er í hesum sambandi ikki munur á at bíleggja rúsdrekka og at fáa tað sendandi sum gávu frá vinum og kenningum. Í báðum førum verður tað afturhildið.
Innflutningur av rúsdrekka er skipaður í rúsdrekkalógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 5, stk. 1. Rúsdrekkalógina finnur tú her.
Tubbak
Privatpersónar hava ikki loyvi at innflyta tubbak. Keypir tú tubbak á netinum úr útlondum, ella fært tú tað sendandi frá onkrum, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir tær fráboðan um hetta. Sum tubbak verður roknað snús, sigarettir, sigarir, píputubbak og vatnpíputubbak (frukttubbak).
Innflutningur av tubbaki er skipaður í roykilógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 11, stk. 1. Roykilógina finnur tú her.
Heilivágur
Einans Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya. Verður komið fram á vøru, ið kann vera heilivágur, verður Apoteksverkið tilkallað fyri at staðfesta, um so er. Er talan um heilivág, verður hann latin løgregluni, sum setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar altíð móttakaran um hetta fyrst.
Inniheldur sendingin lógliga vøru umframt, verður hon útflýggjað móttakaranum, tá ið løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.
Natúrheilivágur og kostískoyti verða vanliga ikki roknað sum heilivágur og kunnu sum oftast keypast á netinum. Onkuntíð kunnu ivamál vera, og tá verður vøran afturhildin í tollinum, til eitt umboð frá Apoteksverkinum váttar, at talan ikki er um heilivág. Síðan verður vøran útflýggjað. Tað er altíð Apoteksverkið, sum ger av, um ein vøra er heilivágur ella ikki.
Veska til elektroniskar sigarettir verður roknað sum heilivágur, um hon inniheldur nikotin, og tá er tað bert Apoteksverkið, sum kann innflyta. Hetta er sambært § 29, stk. 1, í apotekslógini.
Innflutningur av heilivági er skipaður í apotekslógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 29, stk. 1. Apotekslógina finnur tú her.
Matur
Loyvt er at innflyta matvøru, og slík vøra verður vanliga ikki afturhildin í tollinum. Í ivamálum ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um vøra kann útflýggjast, ella um hon skal verða fyribeind. TAKS sendir tær fráboðan um hetta.
Mold og plantur
Loyvt er at innflyta plantur og mold. Slík vøra verður ikki afturhildin í tollinum.
Kopivøra
Eingin lóg er um innflutning av kopivøru. Loyvt er tí at innflyta slíka vøru, og hon verður ikki afturhildin í tollinum, um hon ikki er avmarkað annars, t.d. um talan er um heilivág, vápn o.tíl.
- Avgjald: Sí punktgjald.
- Avgreiðslugjald: Upphædd, sum TAKS og flutningsfeløg taka fyri at tollavgreiða sendingar. TAKS tekur 30 krónur pr. pakka. Upphæddin hjá flutningsfeløgum fæst við at venda sær til teirra.
- Fakturaprísur: Upphædd, sum vøra kostar at keypa í handli. Sum fórt tú inn í handilin og keypti vøruna.
- Fakturi: Skjal, har seljari útgreinar vøru fyri keypara, millum annað vøruheiti, nøgd, prís og vekt. Fyri at kunna siga, um vøra er tollfrí, skal upprunaland eisini upplýsast. Fakturi skal altíð fylgja við vøru.
- Frakt: Upphædd, sum tað kostar at fáa eina vøru til Føroya.
- GATT-tollur: Tollur á vøru úr londum, sum Føroyar ikki hava handilssáttmála við. GATT er stytting fyri The General Agreement on Tariffs and Trade.
- Mvg: Prosentupphædd, sum Løgtingið leggur á kostnaðinum á vørum og tænastum, í løtuni 25 %. Í tollhøpi verður mvg lagt á alt uttan á avgreiðslugjaldið.
- Proformafakturi: Skjal, har seljari óbindandi upplýsir møguligum keypara um eina vøru. Proformafakturi er ikki nóg mikið til tollavgreiðslu. Til tess krevst fakturi.
- Punktgjald: Upphædd, sum Løgtingið leggur á summa innflutta vøru. Punktgjaldið kann vera ymiskt og verður roknað av fakturaprísi, frakt, trygging og tolli. Á TAKS siga vit stundum avgjald fyri punktgjald. Tá vit á eini tollrokning skriva avgjald, er tað punktgjaldið, ið sipað verður til.
- Toll- og vøruskrá: Uppslagsverk, ið vísir toll og annað avgjald á vøru, ið keypt verður úr útlondum.
- Tollingaráheitan: Skjal at útfylla, tá man keypir vøru úr útlondum. Er tollvirðið størri enn 3.000 krónur, skal tollingaráheitan altíð útfyllast. Er tað 3.000 krónur ella minni, kann man leypa tollingaráheitanina um við at rinda ein fastan toll á 10%.
- Tollsatsur: Prosentupphædd, sum Løgtingið leggur á vøru, ið verður innflutt til Føroya.
- Tollvirði: Fakturaprísur + frakt + trygging.
- Trygging: Upphædd, sum tað kostar at tryggja vøru undir flutninginum til Føroya.
- Upprunaland: Land, har vøra er framleidd ella meirvirkað.