Skriva út

At flyta heim

Tá tú sum útiseti flytur heim aftur til Føroya, eru ymisk viðurskifti at hugsa um.

Flytigóðs

Tú kanst fáa flytigóðsið við tær toll- og avgjaldsfrítt undir ávísum treytum, tá tú flytur heimaftur. T.d. skalt tú hava verið búsitandi í útlondum í minst eitt ár, og lutirnir skulu vera nýttir av tær og vera minst seks mánaðir gamlir. Fyri at brúka regluna, skalt tú kunna vísa eina flytiváttan frá kommununi, ið tú flytur til. Tú skalt eisini fylla út og skriva undir eina flytigóðsváttan frá TAKS.

> Les meira um rentustuðul og heinta flytigóðsváttan.

Ferðastuðul

Ferðastuðul er peningaligur stuðul, sum verður veittur teimum, sum ferðast longri enn 20 km millum bústað og arbeiðsstað, og sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðulin.

> Les meira um ferðastuðul, og hvussu tú søkir.

Rentustuðul til lestrarlán

Hevur tú tikið lestrarlán og hevur gjørt útbúgvingina lidna, hevur tú møguleika at søkja TAKS um rentustuðul til lestrarlánið.

> Les meira um rentustuðul, og hvussu tú søkir.

Eftirløn

Øll sum hava inntøku í Føroyum, skulu hava eina eftirlønarkonto hjá einum føroyskum eftirlønarveitara, tí ein partur av allari inntøku í Føroyum skal rindast sum eftirløn.

Hevur tú ein arbeiðsgevara, mást tú upplýsa hesum tína føroysku eftirlønarkontu. Ein arbeiðsgevari, sum ikki fær rindað eftirløn, fær ei heldur rindað vanligu lønina.

Í Føroyum verður eftirlønin forskattað, sum merkir, at eftirlønarskattur verður afturhildin, tá ið goldið verður til eftirlønarkontuna. TAKS afturheldur eftirlønarskattin.

Borgaragluggin

Borgaragluggin er títt TAKS á netinum. Við honum hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7, eitt nú lata inn sjálvuppgávu, søkja um stuðul og síggja upplýsingar, sum TAKS hevur um teg.

Les meira um Borgaragluggan, og hvussu tú fært atgongd.

At byrja í arbeiði

Hevur tú flutt bústað og byrjar hjá einum arbeiðsgevara, sum flytur tær løn, afturheldur TAKS sjálvvirkið skattin og ávís gjøld, uttan at tær nýtist gera meira. TAKS afturheldur landsskatt, kommunuskatt, møguliga kirkjuskatt, arbeiðsmarknaðargjøld, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald. Arbeiðsgevari rindar eisini til frítíðarløn.

Føroyska skattaskipanin er gjørd soleiðis, at hon gjøgnum árið leypandi roknar út, hvussu nógv skal rindast í skatti í mun til inntøkuna, og afturheldur hesa upphæddina í lønini.

Flytur tú til Føroya mitt í einum ári, og veitst tú, hvør tín inntøka verður restina av árinum, kanst tú boða TAKS frá hesum við eini fyribils skráseting av inntøkuni. Tá verður skatturin roknaður rætt.

Hevur tú børn, fært tú frádrátt í skattinum, sonevndan barnafrádrátt. Barnafrádrátturin er býttur millum land og kommunu. Frádrátturin, sum verður givin í landsskattinum, er tengdur at aldrinum hjá barninum, t.e. um barnið er eldri ella yngri enn 7 ár. Frádrátturin í kommunuskattinum er ymiskur í øllum kommununum, millum 4.000 og 10.000 krónur árliga fyri hvørt barnið.

Bilurin og báturin

Tú kanst fáa bilin og/ella bátin heim við tær toll- og avgjaldsfrítt. Treytin er, at tú:

  • hevur fylt 18 ár,
  • hevur havt skrásettan bústað í fráflytingarlandinum í minst eitt ár,
  • skalt brúka bilin og/ella bátin til egna nýtslu,
  • hevur átt bilin og/ella bátin í minsta lagi 6 mánaðir.

Skifta bilurin ella báturin eigara innan eitt ár frá innflutningsdegnum, (fyri bilin frá skrásetingardegnum her í landinum), galda vanligar toll- og avgjaldsreglur. Hvør perónur yvir 18 ár kann flyta inn ein bil og ein bát.

Gev gætur: Henda flytigóðsreglan frítekur ikki akfør fyri at skula rinda skrásetingargjald o.a. eftir løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum. Akstovan umsitur tað skrásetingargjaldið.

Meira at vita um at flyta heim?

Undir snarslóðum finnur tú leinki, har tú kanst lesa meira um evnini. Tú kanst eisini ringja til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella senda eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.