Hevur tú vinnuliga sølu av vørum og tænastum fyri meira enn 50.000 krónur í 12 mánaðir, so skalt tú skráseta teg í vinnuskránni hjá TAKS. So fært tú eitt v-tal (stytting fyri vinnutal), sum verður brúkt í øllum samskifti við stovnin. Tú skrásetir teg við at senda inn eitt skrásetingarskjal til vinnuskránna. Finn tað millum oyðubløðini undir snarslóðum her á síðuni.
Skrásetingarskyldan fevnir bæði um einstaklingsvirkir, íognarfeløg, felagsskapir og almenn virkir, og hon fevnir eisini um feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya.
Gev gætur, at skrásetingarskjalið skal sendast inn í seinasta lagi átta dagar, áðrenn virksemið byrjar.
Einstaklingsvirkir og íognarfeløg
Skalt tú skráseta eitt einstaklingsvirki, skal ein rakstrarætlan sendast TAKS saman við skrásetingarskjalinum til vinnuskránna. Tú finnur eitt dømi um rakstrarætlan undir snarslóðum.
Rakstrarætlanin kann gerast fyri eitt 12 mánaða skeið, men um mett verður, at munandi broytingar vera í virkseminum komandi árini, er skilagott at gera rakstrarætlanina fyri tvey til trý ár. Er talan um íognarfelag, skulu allir eigarar undirskriva skrásetingarskjalið. Saman við skrásetingarskjalinum skulu eisini ein rakstrarætlan og ein íognarsáttmáli latast TAKS. Sáttmálin skal somuleiðis vera undirskrivaður av øllum eigarunum.
Íverksetarafeløg
Felagið skal senda TAKS skrásetingarskjal til vinnuskránna saman við rakstrarætlan, viðtøkum, stovningarsamtykt og eigarabók, har víst verður á, hvør hevur inngoldið partapeningin. Les meira um at stovna íverksetarafeløg undir "Hvat er vinnuskráin?" undir snarslóðum, harímillum eisini um íverksetarafeløg undir stovnan.
Partafeløg og smápartafeløg
Fyri at skráseta feløgini í vinnuskránni, skal TAKS hava hesar upplýsingar frá feløgunum:
- viðtøkur,
- stovningarsamtykt,
- skrásetingarskjal til vinnuskránna,
- eigarabók, har víst verður, hvør hevur inngoldið partapeningin.