Fert tú uttanlands at lesa, fært tú automatiskt fulla skattskyldu í lestrarlandinum og skalt geva skattamyndugleikunum har kunning um allar inntøkur tínar, bæði í lestrarlandinum og í Føroyum.
Tú kanst eisini velja at varðveita fullu skattskylduna í Føroyum. Tá hevur tú fulla skattskyldu í tveimum londum ella dupulta skattskyldu, sum vit eisini siga.
Hvørjir eru fyrimunirnir?
Við fullari skattskyldu í Føroyum fært tú somu skattafyrimunir sum heimalesandi, t.d. tá ið tú kemur heim at arbeiða í feriunum. Tú rindar ikki skatt av teimum fyrstu 30.000 kr. og bert kommunuskatt av teimum næstu 35.000 kr. Av tí, sum fer uppum, rindar tú skatt eftir galdandi skattastiga í Føroyum.
Søkir tú ikki um fulla skattskyldu í Føroyum, hevur tú ikki rætt til botnfrádráttin. Í staðin hevur tú avmarkaða skattskyldu og rindar tá fast 42% av allari inntøku, sum tú fært her. Við avmarkaðari skattskyldu hevur tú ikki skyldu til at geva TAKS kunning um skattaviðurskifti tíni í lestrarlandinum.
Dupult skattskylda hevur við sær, at lesur tú í øðrum útlandi enn Danmark, so skalt tú geva skattamyndugleikunum í bæði lestrarlandinum og í Føroyum kunning um øll skattaviðurskifti tíni
Myndugleikarnir í lestrarlandinum skulu soleiðis kunnast um inntøkur tínar í Føroyum, og TAKS skal kunnast um inntøkur tínar í lestrarlandinum.
Gev gætur, at dupult skattskylda merkir ikki, at tú skalt rinda dupultan skatt; bert at skattamyndugleikarnir skulu kunnast um inntøkur tínar. Londini flyta síðan skattin sínámillum eftir avtalum, sum tey hava gjørt hvørt við annað.
Føroysk lesandi í Danmark skulu ikki geva upp inntøku sína í Føroyum, tí her er serlig avtala galdandi.
Dupult skattkattskylda merkir ikki, at tú kanst fáa fullan botnfrádrátt í báðum londum
Hevur lestrarlandið t.d. ein botnfrádrátt á 100.000 krónur, og tú hevur tjent 65.000 í Føroyum, so eru 35.000 krónur eftir av botnfrádráttinum í lestrarlandinum.
Eingin skattur verður roknaður av SU
Peningur, ið tú fært frá Statens Uddannelsesstøtte, verður ikki roknaður upp í tær 30.000 kr., sum tú kanst tjena skattafrítt, tí SU er skattafrítt í Føroyum.
Hvør hevur rætt til fulla skattskyldu?
Fyri at kunna varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal ein hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Harumframt skal ein vísa fram lestrarkort ella aðra váttan frá skúlanum.
Hvussu søkir ein um at varðveita fulla skattskyldu?
Tað gert tú talgilt á Borgaraglugganum.
- Far til gluggan
- Rita inn
- Vel Oyðubløð > Skattur > Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
- Fyll út og send
Fyri at kunna søkja, skalt tú hava havt fastan bústað í Føroyum í minst fýra ár og skalt kunna vísa fram lestrarkort ella aðra lestrarváttan frá skúlanum.
Tað er ikki neyðugt at søkja hvørt ár, men henda broytingar í útbúgvingini, ella gevst tú at lesa, skal TAKS hava boð um tað.