Eftirløn er upphædd, sum tú hevur spart saman til hjá eftirlønarveitara, og sum veitarin rindar tær, tá ið tú verður 67½ ár, ella tá ið fært fólkapensjón. Skipanin hevur verið í gildi síðan 7. mai 1991 og verður stýrd av løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
Hvussu stórt er útgjaldið?
Støddin á útgjaldi tínum veldst um, hvussu stóran prosentpart av inntøku tíni, tú hevur goldið inn ta tíðina, tú hevur spart saman. Eftirlønarlógin krevur tó eitt minstagjald. Tann 1. januar 2014 var tað 1% av inntøkuni. Í 2015-16 var tað 2%, og síðan skal tað vaksa eitt prosent um árið fram til 2026, tá ið tað skal vera 12%. Inngjaldið kann tó hækkast skjótari, og summi flyta longu fulla upphædd, 12% av lønini.
Í dag er eftirlønarinngjaldið ofta innbygt í setanarsáttmálar okkara, soleiðis at arbeiðsgevarin rindar eitt gjald inn á eftirlønarkontu okkara, tá ið vit fáa løn. Onkuntíð kann tað standa í setanarsáttmálanum, at arbeiðsgevarin rindar ein part, og tú ein, men tað er arbeiðsgevarin, ið umsitur og avgreiðir eftirlønina.
Eftirløn og skattur
Eftirløn verður skattað við inngjald. Skatturin er 40% og verður goldin sjálvvirkandi um skattaskipanina hjá TAKS. Gev gætur, at fyri 1. januar 2012 varð eftirlønin skattað við útgjald. Tann eftirløn, sum er samanspard áðrenn henda dag, verður framvegis skattað við útgjald. Eftirlønarskatturin fer allur til landið, einki fer til kommunurnar.
Gev eisini gætur, at føroyskar eftirlønir, ið verða rindaðar til eftirlønarveitarar uttanlands, verða ikki skattaðar í Føroyum.
Um ein sjálvur og ikki arbeiðsgevarin rindar til eftirlønaruppsparing, verða frádráttur fyri inngjald og avrokning av eftirlønarskatti uppgjørd árið eftir sum partur av skattauppgerðini.
Fólkapensjonistar og eftirløn
Fólkapensjonistar rinda ikki til eftirløn, tí sambært lóg kunnu vit ikki spara saman til eftirløn, tá ið vit fáa fólkapensjón. Vit kunnu tó sjálvandi spara saman privat.
Gev eisini gætur, at ert tú sum fólkapensjonistur í løntum arbeiði, skal arbeiðsgevarin rinda bæði løn og eftirløn sum vanliga arbeiðsløn. Einki skal rindast sum eftirløn. Verður ein partur rindaður sum eftirløn kortini, verður hetta sjálvvirkandi steðgað av skattaskipanini, og arbeiðsgevarin fær boð um, hvussu lønin eigur at verða útgoldin.
Meira at vita um eftirløn?
Vel "Meira um eftirløn" undir leinkjum og les t.d. meira um skattaviðurskifti, um hvussu tú kanst seta eftirlønina saman við lutaeftirløn, kapitaleftirløn og lívrentu, hvussu tú kanst fáa eftirlønina útgoldna, hvussu viðurskiftini eru hjá tænastumonnum og annað meira.