Føroyska eftirlønarlógin ásetir, at borgarar, ið ikki hava nátt fólkapensiónsaldri, skulu spara saman til eftirløn, og at øll eftirlønargjøld skulu fara til góðkendan eftirlønarveitara í Føroyum.
Føroyingar, ið arbeiða uttanlands og hava útlendska eftirlønarskipan
Føroyingar, sum arbeiða uttanlands og hava útlendska eftirlønarskipan, kunnu verða undantiknir at rinda til eftirløn av inntøku, ið er vunnin uttanlands. Søkjast skal um undantøkuna, og ávísar treytir eru fyri henni.
Treytirnar eru:
- at tað kann váttast, at starvsviðurskiftini eru soleiðis háttað, at løntakarin ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, men er bundin at ávísum eftirlønarveitara. Sum dømi kann nevnast, at tey, sum sigla hjá Mærsk, eru bundin at eftirlønarskipan í PFA,
- at útlendski arbeiðsgevarin váttar ella setanarbræv vísir, at starvssáttmálin áleggur at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og tí kann ikki rindast eftirløn til ein føroyskan eftirlønarveitara,
- at arbeiðið er útint uttan fyri Føroyar. Arbeiði umborð á skipi og øðrum útbúnaði, sum av og á kemur í føroyska havn, verður roknað sum útint uttan fyri Føroyar, og
- at útlendska eftirlønarskipanin verður mett at vera nøktandi.
Eftirlønarinngjaldið skal eisini vera nøktandi
Tað merkir, at inngjaldsupphæddin vera í minsta lagi vera tað, sum ásett er í lóg, og tað skal einans verða rindað til lívrentu, lutaeftirløn ella tílíka skipan, sum hevur leypandi útgjøld.
Onnur inntøka
Hevur persónur aðra inntøku enn hana, ið er undantikin, verður henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sambært eftirlønarlógini. Tað merkir, at eftirlønargjald skal rindast av hesari til føroyskan eftirlønarveitara.
Umsókn um undantøku
Umsókn um undantøku at rinda til føroyska eftirlønarskipan skal sendast TAKS í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at lívrentan er inngoldin til eftirlønarveitara. Hon kann sendast sum persónlig umsókn, men ein arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari kann eisini senda eina felags umsókn fyri fleiri arbeiðstakarar.
Gev gætur, at sama um talan er um persónliga ella felags umsókn, skulu saman við umsóknini sendast fylgjandi upplýsingar fyri hvønn einstakan persón:
- Setanarbræv ella váttan frá arbeiðsgevara, sum vísir, at arbeiðstakarin í starvssetan síni er bundin at eftrirlønarskipan til ávísan útlendskan arbeiðsgevara.
- Avrit av sjálvum eftirlønarsáttmálanum, har arbeiðstakarin rindar til, t.e. avrit av policuni.
- Teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjaldið fyri árið frammanundan, og saldoupplýsingar.
Gev eisini gætur, at tað er altíð tann einstaki skattgjaldarin, sum heftir fyri tær upplýsingarnar, sum verða latnar TAKS, og ongantíð arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin. Tískil er umráðandi, at verða kunnað/ur um síni egnu eftirlønarviðurskifti. Umsóknin um undantøku skal bert gerast eina ferð.
Umsóknarbløðini eru at finna undir oyðubløðum her á síðuni. Tørvar tær vegleiðing í sambandi við skjølini, ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo.
Sjálvuppgávan og eftirlønargjaldið
Hevur tú eftirlønarskipan, sum TAKS hevur góðkent at vera í samsvari við eftirlønarlógina, verður einki eftirlønargjald kravt. Hvørt ár skalt tú tó lata okkum ársyvirlit yvir eftirlønargjald, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn. Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er vanliga 1. mai.
Hevur tú ikki góðkenda eftirlønarskipan, skalt tú gjalda ásetta eftirlønargjaldið. Rokning verður send tær stutt eftir 1. oktober. Gjaldið fellur til gjaldingar 1. november.
Tá eftirlønargjaldið er goldið, verður skatturin trektur frá. Restin (nettogjaldið) verður flutt á eftirlønarkontu tína. Samstundis verður frádráttur fyri inngjaldið skrásettur í skattaskipanini. Tað merkir, at ein fær frádrátt í skattinum fyri tað árið, eftirlønin er goldin.
Tann, sum hevur skyldu til at rinda eftirlønargjald í Føroyum av uttanlandsinntøku, undantikin § 1, stk. 9, verður góðskrivaður í eftirlønarskattinum fyri inntøkuskatt, sum viðkomandi hevur goldið av eftirlønargjaldinum uttanlands.
Í 2023 er kravda eftirlønargjaldið 9% av lønini. Tað veksur 1% um árið, inntil tað er komið upp á 12%.
Skiftisskipan
Persónur, sum í starvi sínum fyri arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum er fevndur av eftirlønarskipan hjá donskum eftirlønarveitara, kann vera undantikin lógini og halda áfram við at rinda til donsku eftirlønarskipanina sambært serligum treytum í eini skiftisskipan.
Ein treyt fyri hesum undantaki er, at einki verður rindað til kapitaleftirløn, og at tað verður rindað í minsta lagi tað, sum er ásett vanligum borgarum at rinda, men tó ongantíð minni enn 10 prosent av føstu árslønini.
Landsstýrið ásetir neyvari reglurnar á hesum øki.
Tilflyting til Føroya og eftirlønarskylda
Persónur, sum hevur avmarkaða skattskyldu í Føroyum, hevur ikki skyldu at rinda eftirløn her; men fær hann seinni fulla skattskyldu, tekur eftirlønarskyldan við. Hon verður galdandi frá tí degi, at avmarkaða skattskyldan heldur uppat, og fulla skattskyldan byrjar.
Rentur og annar vinningur í eini eftirlønarsamansparing eru hvørki skatta- ella avgjaldsskyldig.
Kunna teg meira um eftirløn sum heild undir snarslóðum.