Um arbeiðstíðin er 180 dagar ella minni
Persónar, ið hava inntøku í Føroyum uttan at búgva her í einum tíðarskeiði, sum er 180 dagar ella minni í fylgjandi 12 mánaðir, eru avmarkað skattskyldigir. T.e., at teir rinda skatt í Føroyum av teirri inntøku, sum teir tjena her; men eru annars skattskyldigir í heimlandinum. Inntøka kann vera løn, ágóðar, eftirløn ella samsýning fyri arbeiði, sum gjørt er í Føroyum.
Løntakarar, ið eru avmarkað skattskyldigir, rinda 42% í skatti + 3% í arbeiðsmarknaðareftirløn (AM-gjaldi). Løntakarar, sum sigla við FAS-skipi ella bareboat-skipi, rinda 35% í skatti og einki í arbeiðsmarknaðareftirløn. Er ein avmarkað skattskyldigur, fær ein ikki barnafrádrátt og rentustuðul í Føroyum.
Um arbeiðstíðin er longri enn 180 dagar
Persónar, ið hava inntøku í Føroyum í einum tíðarskeiði, sum er longri enn 180 dagar í fylgjandi 12 mánaðir, eru fult skattskyldigir. T.e., at skattskyldiga inntøkan í Føroyum, og tað, sum ein hevur forvunnið aðrastaðni, skulu gevast upp til skattingar í Føroyum frá tí degi, ein er komin til landið.
Arbeiðir ein eitt longri tíðarskeið í Føroyum, skal ein eisini flyta bústað higar.