Lesandi í Føroyum, ið hava aðra inntøku enn lestrarstuðul, rinda til eftirløn av inntøkuni. Hetta merkir, at eftirløn skal rindast av allari inntøku, sum tey lesandi hava aftur at sínum lestrarstuðli. Lestrarstuðulin er ikki fevndur av kravinum um eftirløn.
Inntøkurnar hjá lesandi aftur at lestrarstuðulinum eru vanliga ikki so stórar. Í hesum samanhangi er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at er einstaka lønarflytingin so lítil, at eftirlønarupphæddin er undir 30 krónur, so slepst undan at rinda til eftirløn.