Hon eitur “Umsókn um at varðveita útlendska eftirlønaravtalu”. Fyll út og send til TAKS á Mínboks ella maila til eftirlon@taks.fo. Sendast kann eisini við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Skulu tit fleiri søkja um frítøku og hava sama arbeiðsgevara?
Við umsóknini “Felags umsókn um at varðveita útlendska eftirlønaravtalu” kunnu arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin tá í staðin senda inn eina felags umsókn tykkara vegna. Eisini henda umsókn kann heintast undir oyðubløðum.
Antin søkt verður sær ella saman, skulu hesi skjøl vera hjáløgd fyri hvønn einstakan:
- váttan frá arbeiðsgevara ella avrit av setanarsáttmála sum prógv um, at einum er álagt at rinda til ávísa útlendska eftirlønarskipan,
- avrit av polisuni hjá arbeiðstakaranum,
- avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir inngjaldið árið fyri og saldoupplýsingar.
Umsókn um frítøku skal bert sendast eina ferð
Uttan so at man skiftir arbeiðsgevara. So skal sendast av nýggjum.