Við kapitaleftirløn fært tú samansparing og renturnar av henni útgoldnar í einum við 60 ára aldur ella seinni.
Í mesta lagi 15% av samansparda peninginum kunnu útgjaldast sum kapitalútgjald.
Kapitaleftirløn áðrenn 1. januar 2012
Kapitaleftirløn, sum er uppspard áðrenn 1. januar 2012, kann verða útgoldin við 60 ára aldur ella seinni, og tá verða 35% rindað í avgjaldi.
Hevur tú spart til kapitaleftirløn hjá donskum eftirlønarveitara til og við 1. juli 2012 og vilt hava hana útgoldna við 60 ára aldur, verða 40% tikin av upphæddini í Danmark, og hini 60%’ini verða flutt til tín í Føroyum. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 35% afturgoldnan. Gev gætur, at hevur tú búð bæði í Danmark og Føroyum síðan tú byrjaði at spara upp, verður avgjaldið býtt lutfalsliga eftir tíðarskeiði, og tú fært bert 5% av tí sum hoyrir til tíðarskeiði í Føroyum.
Tá talan er um uppsparda peningaupphædd, fáa avvarðandi upphæddina útgoldna, um uppspararin doyr áðrenn eftirlønaraldur. Tá verða 35% rindað í avgjaldi.
Verður kapitaleftirløn, sum er uppspard í Føroyum, útgoldin áðrenn 60 ára aldur, verða 55% goldin í avgjaldi.
Verður kapitaleftirløn, sum er uppspard hjá donskum eftirlønarveitara til og við 1. juli 2012 útgoldin áðrenn 60 ára aldur, verða 60% tikin av upphæddini í Danmark, og 40% verða flutt til tín í Føroyum. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 55% afturgoldnan.
Tað ber somuleiðis til at flyta eftirløn, sum er uppspard í Danmark, heim til eftirlønarveitara í Føroyum við tí fyri eyga framhaldandi at spara upp. Tá verða fyrst 40% av upphæddini flutt, og síðan tey írestandi 60%’ini, tá ið TAKS og føroyski eftirlønarveitarin hava sent neyðug skjøl til danska eftirlønarveitaran.
Kapitaleftirløn 1. januar 2012 og seinni
Tá ið tað kemur til kapitaleftirlønir, uppspardar 1. januar 2012 og seinni, er eisini neyðugt at gera greitt býti millum eftirlønir, ið verða uppspardar í Føroyum og í Danmark.
Føroyskar kapitaleftirlønir
Ert tú 60 ár og eldri, og er tín kapitaleftirløn uppspard í Føroyum í 2012 og 2013, verður hon útgoldin skatta- og avgjaldsfrítt. Tekur tú kapitaleftirlønina út, áðrenn tú fyllir 60, rindar tú eitt avgjald á 25% av upphæddini.
Danskar kapitaleftirlønir
Hevur tú spart saman til kapitaleftirløn í Danmark í 2012, er umráðandi at skilja ímillum fyri og eftir 1. juli 2012. Viðvíkjandi tí, sum er rindað til og við 30. juni 2012, galda somu viðurskifti sum frammanundan í sambandi við útgjald. Men eftir 1. juli skal rindast skattur av eftirlønarinngjaldinum.
Kapitaleftirløn 1. juli 2012 og seinni
Ert tú 60 ár og eldri, og hevur rindað eftirløn til danskan eftirlønarveitara í tíðarskeiðnum frá 1. juli 2012 til 31. desember 2012, verður eftirlønin skattað við inngjald. Tá ið eftirlønin verður útgoldin, verður hon útgoldin skatta- og avgjaldsfrítt.
Tekur tú út danska kapitaleftirløn, áðrenn tú fyllir 60, rindar tú eitt avgjald á 25% av upphæddini.