Eftirlønarlógin
Eftirlønarlógin kom í gildi 1. januar 2014. Eftirlønarlógin er ikki sum rentutryggingarlógin ein lóg, sum bert eggjar fólki at spara upp til egna eftirløn. Hon áleggur fólki at gera tað.
Rentutryggingarlógin
Rentutryggingarlógin kom í gildi í 1972. Hon var einasta lóg á eftirlønarøkinum, áðrenn verandi eftirlønarlóg kom í gildi. Rentutryggingarlógin heimilaði m.a. frádrátt fyri tær eftirlønir, sum vóru fevndar av lógini, til og við 31. desember 2014, tá eftirlønarlógin tók yvir.
Síggja vit burtur frá inngjaldspartinum, eru rentutryggingar sambært rentutryggingarlógini framvegis galdandi.