Útgjald av eftirløn kann í fyrsta lagi byrja, tá ið tann, sum sparir saman til eftirløn, røkkur fólkapensjónsaldri, og í seinasta lagi tann dagin, viðkomandi fær fólkapensjón.
Tá ið eftirlønarsamansparari vil hava eftirløn sína útgoldna, skal hann gjøgnum eftirlønarveitara sín boða TAKS frá hesum. Boðast skal frá í seinasta lagi tveir mánaðir áðrenn útgjaldið skal byrja. Í fráboðanini til TAKS verður ásett, hvussu og nær samansparda eftirlønin skal gjaldast út.