T.e., at fyri hvørja lønarútgjalding rindar tú minni í skatti, enn tú annars hevði skulað. Siga vit, at tú fært 12.000 krónur í barnafrádrátti um árið og fært løn eina ferð um mánaðin, so rindar tú hvønn mánað 1.000 krónur minni í skatti, enn um tú ikki fekst barnafrádrátt.
Á lønarseðlinum stendur tó einki upplýst um, at tú fært barnafrádrátt. Tú rindar bara tað minni í skatti. Samlaða barnafrádráttin í peningi sært tú í skattauppgerðini, sum tú fært sendandi eina ferð um árið fyrst í marsmánaði.
Tú eigur rætt til barnafrádrátt alt tað árið, sum barnið verður føtt
Er peningur eftir at gjalda, tá ið árið er liðið, verður restin útgoldin sum avlopsskattur árið eftir. Verður barnið t.d. føtt í apríl, verða januar, februar og mars útgoldnir sum avlopsskattur. Verður barnið føtt í august, er talan um januar-juli o.s.fr. Avlopsskattur verður útgoldin árið eftir, at barnið er føtt, vanliga í mars.
Um tú rindar minni í skatti, enn tú hevur rætt til í barnafrádrátti
Er skatturin hjá tær minni enn barnafrádrátturin, fært tú munin útgoldnan sum avlopsskatt árið eftir. Eigur tú t.d. at rinda 10.000 kr. í skatti og hevur rætt til 12.000 í barnafrádrátti, verður skatturin settur til 0, og 2.000 verða útgoldnar í avlopsskatti. Eigur tú at rinda 6.000 í skatti, verður skatturin settur til 0, og 6.000 verða goldnar í avlopsskatti o.s.fr. Avlopsskatturin verður vanliga útgoldin í seinna helmingi av mars. Skalt tú lata inn sjálvuppgávu, verður hann útgoldin eitt sindur seinni, ofta í apríl.
Barnafrádráttur og Børne- og ungeydelse
Barnafrádráttur er at líkna við tað, sum í Danmark verður kallað Børne- og ungeydelse. Hevur tú fingið hesa veiting niðri og ert komin til Føroya at búgva, skalt tú geva gætur, at barnafrádráttur verður ikki fluttur á kontu, soleiðis sum Børne- og ungeydelsen verður, men at tú í staðin rindar minni í skatti, soleiðis sum omanfyri er greitt frá.