Skriva út

Eftirlønarfrádráttur

Hevur tú rindað skatt og síðan goldið til eftirløn, sum verður skattað við inngjald? So kanst tú draga inngjaldið frá skattskyldigu inntøkuni. Hetta kalla vit eftirlønarfrádrátt. Gev gætur, at eftirlønarfrádráttur er ikki galdandi fyri eftirløn, sum ikki verður skattað við inngjald.

Eftirlønarfrádráttur og skattauppgerð

Eftirlønarfrádráttur fyri egið inngjald til føroyska eftirløn er forprentaður á skattauppgerðini og á sjálvuppgávuni. Upplýsingarnar eru latnar TAKS frá føroyskum eftirlønarveitarum.

Rindar tú ikki til føroyska eftirløn, er upphæddin ikki forprentað.

Hevur tú goldið inn og ikki fingið frádrátt?

So skalt tú venda tær eftirlønarfelagið ella peningastovnin, sum tú hevur goldið til. Tey vita at vegleiða um hetta.