Fyri at rokna frádráttin, mást tú fyrst rokna nettoveiðuna og samlaðu hýruna.
Nettoveiðan er tað, sum tú selur fyri í eitt ár ÷ beinleiðis útreiðslur, t.e. útreiðslur til sølu, olju, agn og egning. Rør onkur út saman við tær, er hýran til tann persónin eisini beinleiðis útreiðsla. Samlaða hýran er grundhýran + 12% í frítíðarløn + 10% afturat.
Vit rokna eitt dømi, har tú ert einsamallur við bátinum og hevur selt fyri 500.000 krónur:
Fyrst rokna vit nettoveiðuna | |
Selt fyri: | 500.000 |
søluútreiðslur | ÷ 50.000 |
oljuútreiðslur | ÷ 80.000 |
agnútreiðslur | ÷ 12.000 |
egningarútreiðslur | ÷ 83.000 |
Nettoveiða: | 275.000 |
So samlaðu hýruna | |
Grundhýra (45% av nettoveiðu):* | 123.750 |
frítíðarløn, 12% | + 14.850 |
Grundhýra við frítíðarløn: | 138.600 |
10% av nettoveiðu til skipara, motorpassara og bestamann** | + 27.500 |
Samlað hýra: | 166.100 |
Og at enda fiskiveiðufrádráttin | |
Fiskiveiðufrádráttur (14% av samlaðu hýruni): | 23.254 |
*) Sambært § 25a, stk. 4, nr. 2, 1. pkt., í skattalógini eru 45% + frítíðarløn tað mesta, ið kann lutast manningini av nettoveiðuni. Dømið nýtir henda prosentpart, men reiðarin kann áseta, at parturin skal vera minni.
**) 10% er sambært § 25a, stk. 4, nr. 2, 2. pkt., í skattalógini.