Føroyfrádrátturin er í tveimum
- Fyrri partur, eisini kallaður føroyafrádráttur, kann skifta nakað í krónum. Í 2024 er hann 49.700 krónur. Á donskum verður hesin partur kallaður gæstestuderendefradrag ella studerendefradrag.
- Seinni partur, kallaður ríkisfelagsskapsfrádrátturin, er tann sami hvørt ár, 36.000 krónur. Á donskum verður hesin partur kallaður rigsfællesskabsfradraget.
Samlað gevur hetta føroyafrádráttin. Tað er, um man lesur alt árið.
Lesur man part av einum ári, minkar frádrátturin samsvarandi. Er tað til dømis fyrsta árið, og man byrjar í september, fær man 4/12 av fullari upphædd, tí so lesur man 4 mánaðir av 12.
8 prosent skulu gjaldast í AMB (Arbejdsmarkedsbidrag) av allari arbeiðsinntøkuni.