Skriva út

Hvat er frádráttur?

Frádráttur er upphædd, sum verður drigin frá inntøkuni, áðrenn skatturin av henni verður roknaður. Er inntøkan 100.000, og frádrátturin 5.000, rindar man skatt av 95.000 í staðin fyri av 100.000. 

Niðanfyri er ymiskur frádráttur lýstur í stuttum. Undir snarslóðum kanst tú lesa meira um frádráttin og um treytirnar fyri at fáa hann.

Ymiskur frádráttur lýstur í stuttum

Barnafrádráttur

Upphædd, sum foreldur at børnum undir 18 ár kunnu draga frá í skattauppgerð síni, um tey lúka ávísar treytir.

Eftirlønarfrádráttur

Upphædd at draga frá áðrenn skatt, um man hevur rindað skatt og síðan goldið til eftirløn, ið verður skattað við inngjald.

Fiskiveiðufrádráttur

Frádráttur, ið man sum fiskari kann draga frá samlaðu hýruni, áðrenn skatturin verður roknaður. Fiskiveiðufrádráttur verður eisini kallaður fiskimannafrádráttur og útróðrarfrádráttur.

Føroyafrádráttur

Upphædd, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu draga frá, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

Hjúnafrádráttur

Botnfrádráttur, sum hjún kunnu flyta ímillum sín, um annað hjúnið tjenar minni enn tað, sum frádrátturin er.

Ítróttafrádráttur

Upphædd, sum hjálparfólk í ítróttafeløgum kunnu draga frá í inntøku síni.

Lærlingafrádráttur

Upphædd, sum verður drigin frá inntøkuni hjá lærlingum, áðrenn skatturin verður roknaður.

Pensjonistafrádráttur

Árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar.

Samdøgursfrádráttur

Kompensatión, ið verður latin aftur fyri meirútreiðslur, sum standast av at skula arbeiða uttanlands.

Uttanlandsfrádráttur

Frádráttur, ið man sum uttanlandsarbeiðandi við fullari skattskyldu í Føroyum draga frá uttanlandsinntøku tíni, áðrenn skatturin verður roknaður.