Fyri at fáa lærlingafrádrátt, skal man vera lærlingur. Tað er, at man antin skal arbeiða eftir galdandi lærusáttmála, sum Yrkisdepilin hevur góðkent, ella eftir sáttmála, har útbúgvingin er skipað og lønt sambært avtalu millum fakfelag og arbeiðsgevara á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Gev gætur
Er starvsvenjing partur av útbúgvingini, verður man ikki roknaður sum lærlingur. Sum dømi kunnu nevnast lærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar. Hesi fáa ikki frádrátt, tí tey eru ikki fevnd av einum lærusáttmála.
Fevnir lærutíðin um part av inntøkuárinum, verður frádrátturin minkaður samsvarandi. Hetta kann til dømis vera, um læran byrjar ella endar mitt í árinum.