Lurta

Pensjonistafrádráttur

Pensjonistar kunnu árliga trekkja 6.000 krónur frá inntøkuni áðrenn skatt. Til og við 2023 varð helmingurin roknaður yvir landsskattin og helmingurin yvir kommunuskattin – síðan 2024 er alt roknað yvir landsskattin.

Hvat skal man gera fyri at fáa frádráttin?

Man skal einki gera. Er man fólkapensjonistur, verður frádrátturin latin sjálvvirkandi yvir skattaskipanina.

Meira at vita um viðurskifti hjá pensjonistum?

Klikk á "Pensjonistar" undir leinkjum og kunna teg um eftirløn, fólkapensjón, kringvarpsgjald o.a.