Uttanlandsfrádráttur
Hevur man uttanlandsinntøku og fulla skattskyldu í Føroyum, kann man draga 30% av inntøkuni frá áðrenn skatt, tó í mesta lagi:
- 96.000 kr. fyri 2024
- 72.000 kr. fyri 2025
- 48.000 kr. fyri 2026 og fram
Er man við fiskiskipi, fær man ikki uttanlandsfrádrátt
Tá fær man í staðin fiskiveiðufrádrátt.