Tað eru fýra mátar at stovna gjaldsavtalur: gjøgnum TAKS, Mínrokning, peningastovnin ella heimabankan.
Gjøgnum TAKS
Fyll út umsóknarblaðið “Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS”. Finn tað undir oyðubløðum.
Gjøgnum Mínrokning
Far inn á www.minrokning.fo > Skjøl. Fyll út umsóknarblaðið “Tilmelding - Gjaldsavtala privat".
Gjøgnum peningastovnin
Ring til peningastovnin ella bankaráðgeva tín og bið um eina gjaldsavtalu. Upplýs gjaldslykilin, sum stendur á inngjaldskortinum. Bankin vegleiðir.
Gjøgnum heimabankan
Stovna avtaluna við at skriva inn niðanfyristandandi upplýsingar, alt eftir hvat fyri avtalu, ið talan er um.
Gev Gætur, tá gjaldsavtalan er í sambandi við b-skatt og írestandi skatt
Gjaldsavtalan skal stovnast innan tann 20. í mánaðinum fyri fyrsta gjaldið.
Dømi: Um gjaldið fellur til gjaldingar 20. juni, skal gjaldsavtalan verða virkin innan 20. mai. Hav tó í huga, at tað kann taka nakrar dagar, frá tú stovnar avtaluna til hon verður virkin.
Um tú ikki nær at stovna gjaldsavtaluna innan 20. í mánaðinum fyri fyrsta gjaldið, mást tú gera flytingina sjálvur fyri tann mánaðin, gjaldsavtalan ikki virkar.
PBS- nummar | Deb. bólkur | Slag av avtalu | Dømi um GS-kundanummar | Frágreiðing til GS-kundanummar |
5108748 | 2 | HL: Húsaleiguskattur | BOHL10125104700 | BO + HL + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | KB: Vinningsbýtisskattur | BOKB58206900000 | BO + KB + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | KS: Kapitalvinningsskattur, p-tal | BOKS25106405900 | BO + KS + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | KS: Kapitalvinningsskattur, v-tal | BOKS59608600000 | BO + KS + Vtal + 00 |
5108748 | 2 | PS: Partafelagsskattur | ISPS58437100000 | IS + PS + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | HT: Heilsutrygd | BOHT09111613800 | BO + HT + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | KG: Karensgjald | BOKG52533200000 | BO + KG + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | SE: Almannakrøv/útlendsk krøv | BOSE18056501900 | BO + SE + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | IK: Inkasso, p-tal | IKIK15026102300 | IK + IK + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | IK: Inkasso, v-tal | IKIK59608600000 | IK + IK + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | BA: Barsilsgjald | BOBA59608600000 | BO + BA + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | LA: Lønhæddaravgjald | BOLA59522500000 | BO + LA + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | MV: Mvg | BOMV59359100000 | BO + MV + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | BS: B-skattur | KOBS08048709600 | KO + BS + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | RS: Restskattur (Írestandi skattur) | KORS11105405310 | KO + RS + Ptal |
5108748 | 2 | KF: Kringvarpsgjald | BOKF(p-tal+00) | BO+KF+Ptal+00 |