Arbeiðsmarknaðareftirløn
Øll, sum eru undir 67 ár og fult skattskyldig í Føroyum, rinda í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Arbeiðsgevarar rinda eisini. Endamálið er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá okkum øllum at fáa eftirløn, tá ið vit gerast pensjonistar.
Inngjald 2025 |
Borgarar: Rinda 3,0% av skattskyldigu inntøkuni. Verður trekt sjálvvirkandi um skattaskipanina. Arbeiðsgevarar: Rinda 3,0% av útgoldnum A-inntøkum, tó ikki hjá útlendingum undir FAS og tílíkum skipanum. Rokning verður send fyrst í hvørjum mánaði. |
Útgjald 2025 |
Fult útgjald er 6.455 kr. um mánaðin. Verður goldið øllum, sum eru 67 ár ella eldri, og sum í minst fimtan ár, meðan tey vóru millum 15 og 67, hava havt fastan bústað í Føroyum og tá vóru skrásett í landsfólkayvirlitinum í Føroyum.
Um ein ikki lýkur treytirnar til fulla arbeiðsmarknaðareftirløn, er støddin á útgjaldinum treytað av, um og hvussu leingi, ein hevur búð í Føroyum. |
Meira at vita um arbeiðsmarknaðareftirløn? |
Sí snarslóðir. |