Barsilsskipanin
Øll, sum eru millum 16 og 67 ár og hava fulla skattskyldu í Føroyum, rinda ein prosentpart av lønini til Barsilsskipanina. Endamálið við skipanini er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívi barnsins.
Inngjald 2023 |
Starvsfólk: Rinda 0,86% av A-inntøkuni. Gjaldið fer sjálvvirkandi av lønini. Arbeiðsgevarar: Rinda 0,86% av útgoldnum A-inntøkum. Rokning verður send mánaðarliga. Sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakarar við B-inntøku og FAS'arar: Kunnu tekna sjálvbodna trygging á 3000 kr. um árið. |
Útgjald 2023 |
Starvsfólk: Útgjaldið er vanliga lønin, tó ikki meira enn 25.000 kr. um mánaðin. Arbeiðsgevarar: Fær starvsfólk løn, meðan tað er í barsilsfarloyvi, fáa arbeiðsgevarar lønina endurrindaða, tó í mesta lagi tað, sum tað hevði fingið frá Barsilsskipanini. Sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakarar við B-inntøku og FAS'arar: Sum hjá starvsfólki. |
Meira at vita um barsilsskipanina? |
Sí snarslóðir. |