Skriva út

Airbnb

Leigar tú út gjøgnum Airbnb ella tílíka tænastu, skalt tú altíð geva inntøkuna upp til skattingar. Tað gert tú við at fylla út roknskaparleistin hjá TAKS fyri húsaleigu og lata hann inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni. Latast kann ikki inn á annan hátt.

Soleiðis fyllir tú roknskaparleistin út og letur inn

At fylla út

Fyri at geva leiguinntøku frá Airbnb upp til skattingar við roknskaparleistinum hjá TAKS fyri húsaleigu, skalt tú fyrst heinta leistin her á síðuni undir snarslóðum. Skriva síðan inntøkur og útreiðslur frá útleiguni í leistin. Undir snarslóðum sært tú videovegleiðing um, hvussu fyllast kann út.

At lata inn

Tá ið roknskaparleisturin er liðugt útfyltur, skal hann latast inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni. Rita fyrst inn, trýst so á 1) “Sjálvuppgávan 2022” 2) “Fyll út sjálvuppgávu” og 3) “B-inntøkur”. 4) Upplýs síðan inntøku, viðheft roknskapin og lat inn.

Brúkar tú ikki Borgaragluggan?

Les um fyrimunirnar við tænastuni undir snarslóðum og síggj, hvussu tú fært atgongd.

Útreiðslur, sum kunnu dragast frá

Avgerandi fyri frádrátt í sambandi við húsaleigu eru hugtøkini lutvís og full útleiga. Tað er, um ein í sama álmanakkaári leigar út ogn og nýtir hana sjálvur, ella um ein leigar hana út burturav. Avgerandi er eisini, hvat fyri útreiðslur, ið talan er um: rakstrarútreiðslur, viðlíkahaldsútreiðslur ella stovningarútreiðslur.

Niðanfyri greina vit hugtøk og reglur við teksti og talvu. Undir snarslóðum eru eisini roknidømi uppá, hvussu ein roknar frádrátt og skatt av fullari og lutvísari útleigu.

Rakstrarútreiðslur eru leypandi útreiðslur til at halda leigumáli koyrandi, t.d. útreiðslur til streym, hita, rentur, trygging, ljósperur, sápu, vesipappír, vaskiløn, privata ruskkoyring, internet, heimasíðugjald til Airbnb, bankakostnað til airbnb-kontu, mat til leigara o.a. Í fullari útleigu er frádrátturin 100% av hesum útreiðslum. Í lutvísari útleigu skal frádrátturin svara til tal á leigudøgum og útleigaðum fermetrum. Verða t.d. 25 fermetrar útleigaðir av 100, er frádrátturin 25% av útreiðslunum. Verða teir 25 fermetrarnir útleigaðir helvtina av árinum, er frádrátturin helvtina av teimum 25% av útreiðslunum.

Viðlíkahaldsútreiðslur eru útreiðslur til slit og brek, ið standast av nýtslu leigarans, t.d. útreiðslur til at skifta út farin búnýti, mála slitnar veggir o.tíl. Frádráttarreglurnar eru lutvíst tær somu sum við rakstrarútreiðslum. T.e. at útreiðslur verða drignar 100% frá í fullari útleigu og eftir tali á leigudøgum og útleigaðum fermetrum í lutvísari útleigu. Tann munur er tó, at viðlíkahaldsútreiðslur kunnu ikki dragast fult frá, fyrr enn ávíst áramál er farið. Ein kaffimaskina kann t.d. dragast fult frá eftir 3 árum. Verður byrjað eftir 1 ári, verða útreiðslurnar 1/3 av upphæddini. Undir snarslóðum kanst tú heinta yvirlit yvir áramál fyri, nær viðlíkahaldsútreiðslur í sambandi við húsaleigu kunnu dragast frá.

Stovningarútreiðslur eru útreiðslur til at stovna nýtt leigumál, t.d. leysafæ sum steintoy, neyðugt innbúgv, seingjarklæði, lampur o.a. og fastafæ sum tak, veggir, vindeygu og gólv. Tað kunnu eisini vera útreiðslur, sum geva framíhjáumstøður í verandi leigumáli, t.d. at gera hitapott ella at lata bil vera part av leiguni. (Minst til at spyrja tryggingarfelagið, um tað dekkar slíka bilnýtslu). Í fullari útleigu er frádrátturin fyri leysafæ 100% av útreiðslunum. Fastafæ kann ikki dragast frá. Í lutvísari útleigu kann leysafæ avskrivast við 30% um árið. Avskrivast skal eftir tali á leigudøgum og útleigaðum fermetrum. Verða t.d. 25 fermetrar útleigaðir av 100, kann ein fjórðingur av 30% avskrivast. Verða teir 25 fermetrarnir útleigaðir helvtina av árinum, kann helvtin av fjórðinginum av 30% avskrivast um árið. Fastafæ kann ikki dragast frá.

Talva yvir frádráttarmøguleikar 

Heinta talvuna sum PDF undir snarslóðum.

Ivast tú í onkrum í sambandi við Airbnb?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.