Endurgjald av mvg á elbilum og brintbilum
Keypir tú elbil ella brintbil kanst tú søkja um at fáa ein part av meirvirðisgjaldinum endurgoldið soleiðis:
Í 2023 og 2024 upp til 70.000 krónur av meirvirðisgjaldinum endurgoldnar,
í 2025 upp til 52.500 krónur av meirvirðisgjaldinum endurgoldnar,
í 2026 upp til 35.000 krónur av meirvirðisgjaldinum endurgoldnar,
í 2027 upp til 17.500 krónur av meirvirðisgjaldinum endurgoldnar,
í 2028 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.
Treytin er, at bilurin er skrásettur í seinasta lagi 31. desember 2027.
Søk talgilt á Borgararglugganum > Oyðubløð > Lat inn oyðubløð > Mvg
Ella fyll út "Umsókn um at fáa meirvirðisgjaldið á elbilum og brintbilum endurgoldið" og send til TAKS.
Tú finnur umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.