Skriva út

Endurgjald av mvg á hitapumpuskipanum

Fært tú tær hitapumpuskipan, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið á útbúnaðinum og arbeiðinum at seta hann upp. Gev gætur, at tú fært ikki endurgoldið meirvirðisgjaldið á tí útbúnaði og arbeiði, sum skal til fyri at føra skipanina víðari inn í húsini.

Umsóknarfreistin er 31. mars 2028

 

Frá 1. janaur 2024 er endurgjaldsstigin soleiðis:
Í 2024 verður 100% av meirvirðisgjaldinum endurgoldið, í 2025 verður 75% endurgoldið, í 2026 50% endurgoldið og í 2027 25% endurgoldið.
Í 2028 og fylgjandi ár verður einki meirvirðisgjald endurgoldið.

Soleiðis søkir tú

Umsóknarblaðið verður umsitið av Umhvørvisstovuni á Vanganum. Finn leinki til umsóknina undir snarslóðum her á síðuni. Tá ið Umhvørvisstovan hevur góðkent umsóknina, letur hon hana TAKS, sum síðan flytur tær peningin.

Treytir

Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið skulu m.a. hesar treytir vera loknar:

  • Talan skal vera um sethús ella bygning, har hitapumpan letur í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni til upphiting og heitt vatn. Restin av nýtsluni skal eisini vera grundað á el.
  • Arbeiðið at seta upp hitapumpuskipanina skal vera gjørt av góðkendum installatøri. Er talan um jarðhitaskipan, skal arbeiðið harumframt vera gjørt av góðkendum brunnborara.
  • Er arbeiðið gjørt eftir 1. januar 2024 ,skal avrit av móttøkuváttan frá IRF ella Kommunalu brennistøðini um burturbeining av oljufýrsbúnaði, sendast inn saman við umsóknini. Hetta er galdandi, tá talan er um uppsetan av hitapumpuskipan í hús og bygningar, sum áður hava brúkt oljufýrsbúnað til upphiting.
  • Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, skal arbeiðið verða gjørt og og goldið tað árið.
  • Verður arbeiðið gjørt yvir eitt ársskifti, verður tað seinna endurgjaldstigið, ið verður galdandi.
  • Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2027.
Brúk fyri hjálp?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Gev tó gætur, at tekniskir spurningar um hitapumpuskipanir skulu setast Umhvørvisstovuni ella veitaranum av útbúnaðinum.