Lurta

Mvg av gulli, silvuri o.tíl.

Mvg skal rindast av øllum metali, ið innflutt verður til Føroya. Av myntum og barrum úr gulli og silvuri og ja, av hvørjum metali í hvørjum formi sum helst.

Tað sigur § 27, stk. 1, í mvg-lógini.

Undantøk
  • Er myntur útgivin av tjóðbanka, er einki mvg.
  • Er samlaði kostnaðurin á tí innflutta 300 krónur ella minni, er einki mvg.

Tað siga § 12, litra q, í mvg-lógini og § 6, litra h, í tolllógini.

Vilt tú spyrja um evnið?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.