Ein sjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum man letur inn til TAKS, um man leigar út, er sjálvstøðugt vinnurekandi ella hevur uttanlandsinntøku. Í oyðublaðnum upplýsir man inntøku og møguligan frádrátt síðsta ár, og út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.
Fá meir at vita á taks.fo/sjálvuppgáva.