Hvussu fær man starv á TAKS?
Tá ið eitt starv er leyst á TAKS, verður tað lýst her á taks.fo og aðrastaðni, har vanligt er at lýsa við leysum størvum.
Man skrivar so eina umsókn, og er hon nóg góð, og lýkur man treytirnar í lýsingini, sleppur man til samrøðu. Gongur hon væl, er møguleiki at fáa starvið í kapping við aðrar góðar umsøkjarar. Endaligu avgerðina tekur stjórin eftir tilmæli frá setanarbólkinum. Í bólkinum eru tey starvsfólk á TAKS, ið hava fingið til uppgávu at velja besta umsøkjaran til júst hetta starvið.
Er nakað starv leyst beint nú?
> Hygg á leys størv.