Borgaragluggin
Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð. Við honum hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7.
Samleikin er innritanarskipan til tænastur hjá bankum, kommunum og almennum stovnum, eitt nú til Borgaragluggan hjá TAKS. Til at fáa Samleikan, skal man hava fylt 13 og hava føroyskt p-tal.
Hevur tú Samleikan?
Hevur tú ikki Samleikan?
Til dømis:
- sjálvuppgávu
- rentustuðul til lestrarlán
- rentustuðul til bústaðarlán
- stuðul til dupult húsarhald
- kapitalvinningssjálvuppgávu
- broyta skattauppgerðir trý ár aftur í tíð
- broyta kontunummarið til frítíðarløn og avlopsskatt
Man sær eisini nógvar týdningarmiklar upplýsingar, eitt nú:
- eftirløn
- frítíðarløn
- lønaryvirlit
- grundupplýsingar
- eldri skattauppgerðir
- yvirlit yvir ogn og skuld
Borgaragluggin riggar best í Chrome, Edge og Firefox
Vit mæla til at nýta ein av hesum browsarum, tá ið ritað verður inn.
Gev viðkomandi eina fulltrú at brúka Borgaragluggan í tínum navni. Ger tað á Borgaraglugganum undir grundupplýsingar/fulltrúir ella heinta fulltrúina niðanfyri, fyll út og send.
Tú kanst velja, um fulltrúin skal galda í eitt, tvey ella trý ár
Velur tú fleiri ár, sleppur tú undan at endurnýggja fulltrúina á hvørjum ári.
Freistir at geva gætur í sambandi við fulltrú og sjálvuppgávu
Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum og hevur ikki fulltrúina, so skal fulltrúin gevast í síðsta lagi tann 19. apríl, sum innlatingardagurin er 1. mai, um hon verður givin við brævi. Tann 19. apríl skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Verður fulltrúin givin á Borgaraglugganum, kann hon gevast til og við sjálvan innlatingardagin. Á Borgaraglugganum kemur hon fram og fær virknað beinanvegin.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Brúk fyri hjálp til Samleikan?
Vita samleikin.fo/hjálp. Tú kanst eisini ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Til ber ikki at biðja TAKS um hjálp til Samleikan.