Frádráttur
Frádráttur er upphædd, sum tú kanst draga frá inntøku tíni, áðrenn skattur verður roknaður av henni. Niðanfyri lýsa vit ymisk frádráttarsløg heilt stutt. Les meira um sløgini undir snarslóðum.
Barnafrádráttur
Barnafrádráttur er ein upphædd, sum foreldur at børnum undir 18 ár kunnu draga frá í skattauppgerð síni, um tey lúka ávísar treytir.
Eftirlønarfrádráttur
Hevur tú rindað skatt og síðan goldið til eftirløn, sum verður skattað við inngjald? So kanst tú draga inngjaldið frá í skattinum. Hetta kalla vit eftirlønarfrádrátt.
Føroyafrádráttur
Føroyafrádráttur er skattafrádráttur, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.
Hjúnafrádráttur
Hjúnafrádráttur loyvir hjúnum at flyta botnfrádrátt upp til kr. 30.000 sínámillum, um annað hjúnið tjenar minni enn hetta.
Ítróttafrádráttur
Ítróttafrádráttur er ein skattafrí samsýning, sum ítróttafeløg kunnu geva hjálparfólkum sínum fyri arbeiði teirra í felagnum.
Lærlingafrádráttur
Lærlingafrádráttur er upphædd á í mesta lagi 50.000 kr. um árið og verður drigin frá inntøkuni hjá lærlingum, áðrenn skatturin verður roknaður.
Pensjonistafrádráttur
Pensjonistafrádráttur er árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar. Skipanin hevur verið galdandi síðan 1. januar 2020.
Samdøgursfrádráttur
Samdøgursfrádráttur er ein kompensatión, ið verður latin aftur fyri meirútreiðslur, sum standast av at skula arbeiða uttanlands.
Útróðrarfrádráttur
Útróðrarfrádráttur er ein frádráttur á 14%, ið tú sum útróðrarmaður kanst draga frá samlaðu hýruni upp til 470.000 kr, áðrenn skatturin verður roknaður.
Undir snarslóðum finnur tú “Vegleiðing til at geva upp skatt 2020”, sum stutt greiðir frá um hvønn einstakan teig í sjálvuppgávuni.
Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara
Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.