Einki fast mark er millum vinnuligt og ikki-vinnuligt virksemi. Mett verður um í hvørjum einstøkum føri. Hugt verður t.d. eftir:
- um høvuðsendamálið er at fáa peningaligan vinning,
- um útlit eru til, at virkið innan ávísa tíð fer at geva avlop í mun til íløgurnar (rentabilitet),
- um hallið bert er t.d. byrjanartrupulleikar,
- um kanningar eru gjørdar áðrenn byrjan viðvíkjandi møguleikunum fyri at vinnan ber seg (fíggjarætlanir o.l.),
- um skattgjaldarin lýkur fakligar fortreytir til at reka slíka vinnu,
- um tað eru onnur enn vinnulig endamál við virkinum,
- um – ella í hvønn mun – skattgjaldarin kann brúka rakstrargøgnini til egið brúk,
- um virkið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur,
- um rakstrarhátturin er vanligur fyri virksemi av slíkum slag,
- um virksemið livir upp til tað vinnuliga støðið (rikið á einum tøkniligum og yrkisligum fullgóðum støði) sum er galdandi fyri slíka vinnu (professiónalitetseyðkenni).
Einki av hesum punktum er einsamalt avgerandi fyri, um talan er um vinnu. Tað veldst millum annað um, hvat slag av fyritøku, ið talan er um, og um virksemið kastar nakað av sær.
Inntøka av ikki-vinnuligum virksemi verður skattað sum nettoinntøka
Tað vil siga, at bert útreiðslur svarandi til ársins inntøku vera góðtiknar, soleiðis at úrslitið í skattligum høpi verður 0 kr. Møguligt hall kann ikki dragast frá í aðrari inntøku og kann ikki førast fram til onnur ár. Um roknskapurin vísir hall, kann hetta hall bert dragast frá í aðrari skattskyldigari inntøku, um tað er vinnuligt í skattligum høpi.
Hvussu við útróðri?
Tá ið skattgjaldari avreiðir fisk, sum er veiddur við útróðrarbáti, skal báturin sum høvuðsregla viðgerast sum fult vinnuligur, um árliga bruttosølan er oman fyri 150.000 kr.
Er árliga bruttosølan 150.000 kr. ella lægri, verður ein ítøkilig meting gjørd, sum kann avgera, um báturin kortini er fult vinnuligur.