Vanligir skattgjaldarar eru meginparturin av fólkinum. Tað eru borgarar, ið fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara gjøgnum sjálvvirkandi skattaskipanina. Ofta hevur TAKS allar upplýsingar um hesar borgarar, eitt nú lønarinntøku, frádrátt og barnatal.
Vanligir skattgjaldarar plaga tí ikki at skula lata inn sjálvuppgávu
Teir fáa í staðin sendandi eina skattauppgerð, ið er eitt yvirlit yvir inntøkur og frádráttir, sum TAKS veit um, at teir hava havt síðsta álmanakkaárið. Vel "Skattauppgerð" undir snarslóðum og les meira um hana.