Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Avlopsskatturin frá í fjør verður á kontu mikudagin, 24. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, sum vit skulu flyta hann á, kanst tú gera tað upp á tveir mátar:
Ger tað á Borgaraglugganum til og við 18. mars
Broyt undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar > Broyt peningastovnskontu.
Ger tað við maili til og við 12. mars
Send nummarið til okkara á taks@taks.fo.
Ikki roynt Borgaragluggan?
Undir snarslóðum kanst tú lesa um allar fyrimunirnar, og um hvussu tú fært atgongd.