Freistir og innlatingarkrøv
Niðanfyri sært tú freistir og krøv fyri innlating av sjálvuppgávu, kapitalvinningssjálvuppgávu og roknskapi 2021. Les meira um evnini undir snarslóðum.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022
Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum. Kann í undantaksføri sendast við brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Skalt tú lata inn roknskap?
So skal sjálvuppgávan tastast inn á Borgaraglugganum og roknskapurin viðheftast. Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022
Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum. Kann í undantaksføri sendast við brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022
Roknskapurin skal setast upp eftir roknskaparleistunum hjá TAKS og skal latast inn í excel-formati á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni. Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.