Fríir ágóðar
Fríir ágóðar eru ókeypis sersømdir, sum ein fær frá arbeiðsgevara sínum. Ofta eru teir skattskyldigir, men ikki altíð.
Niðanfyri er vegleiðing. Undir snarslóðum og oyðubløðum eru leinki til meirlesnað og útfyllingarskjøl.
Fríur bilur er bilur, sum tú fært frá arbeiðsgevara tínum at nýta til arbeiðsbrúk og privatbrúk. Fríur bilur er skattskyldigur.
- Fyri 2022 er virðið ásett til at vera 58.000, 67.000, 80.400 og 90.300 kr. fyri bilar, ið viga ávikavist minni enn 1100 kg, frá 1101 til 1300, frá 1301 til 1500 og meira enn 1500.
- Frá 2022 eru nýggj virði eru komin fyri elbilar. Hesi eru ásett at vera 52.900, 60.300, 74.300 og 83.200 kr. fyri elbilar, ið viga ávikavist minni enn 1100 kg, frá 1101 til 1300, frá 1301 til 1500 og meira enn 1500.
- Virðið svarar til eina árliga privatkoyring á 10.000 km. Verður koyrt minni, og kann tað prógvast, verður virðið lækkað samsvarandi. Sum prógv kann t.d. nýtast rokniark ella annað skjal, sum greitt vísir býtið millum privata koyring og arbeiðskoyring.
- Upphæddin verður sett í teig 251 í sjálvuppgávuni.
Virðið á fríum ágóðum verður á hvørjum ári ásett av Toll- og skattaráðnum. Undir snarslóðum er talva yvir virðini.
Hvat er munurin á fríum bili og arbeiðsbili?
Fríur bilur kann nýtast til bæði arbeiðsbrúk og privatbrúk. Arbeiðsbilur kann bert nýtast til arbeiðsbrúk, og hann skal hava sjónligt frámerki, til dømis navn ella logo hjá felagnum, sum eigur hann.
Hvat er arbeiðskoyring, og hvat er privatkoyring?
Privatkoyring
Sum privatkoyring verður roknað øll koyring í privatørindum. Koyring millum arbeiðspláss og heim er privatkoyring. Tað verður ikki roknað sum privatkoyring, tá ið starvsfólk í arbeiðskoyring steðgar á fyri at orðna smá privatørindi. Treytin er, at eitt privatørindi ikki er longri enn 200 metrar frá arbeiðsrutuni.
Arbeiðskoyring
Arbeiðskoyring er øll koyring í arbeiðsørindum. Dømi um arbeiðskoyring:
- Koyring við arbeiðsbili í sambandi við starvsfólkatiltøk
- Innkeyp til serlig høvi fyri arbeiðsplássið
- Umboðan
- Átrokandi koyring fyri starvsfólk, t.d. at koyra sjúk starvsfólk heim, hóast hetta kann líkjast privatkoyring.
Hendingakoyring millum heim og arbeiðspláss
Tað er ikki privatkoyring, at starvsfólk í hendingaføri tekur arbeiðsbil við sær til hús. Treytirnar eru, 1) at tað ikki er oftari enn 25 ferðir um árið, 2) at tað orsakað av frástøðu og tíð greitt loysir seg betur fíggjarliga fyri arbeiðsgevaran, 3) at koyrt verður við arbeiðsbilinum heim til bústaðin um kvøldið, og 4) at koyrt verður beinleiðis frá bústaðnum til arbeiðis aftur næsta arbeiðsdag.
Tílík koyring skal altíð vera í samráði við arbeiðsgevaran, og bilurin skal ikki nýtast til privatkoyring annars.
Dømi: Ein sørvingur í Sørvági arbeiðir í Havn. Viðhvørt er fundur á bygd. Nú er fundur í tveir fylgjandi dagar á Flogvøllinum, og sørvingurin koyrir vestur í bilinum hjá arbeiðsgevaranum. Í hesum føri loysir tað seg greitt betur fíggjarliga fyri arbeiðsgevaran, at sørvingurin tekur bilin við heim til hús í Sørvági ímillum hesar báðar fundardagar, heldur enn at koyra aftur til Havnar.
Tilkallivakt
Hevur tú arbeiðsbil við heim í sambandi við tilkallivakt, er talan um arbeiðskoyring, tí arbeiðspláss títt er heima við hús, meðan tilkallivaktin er.
Sum tilkallivakt er annars at rokna arbeiðsskipan, har tú fyri samsýning ert bundin at vera tøkur ávíst tíðarskeið uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Tilkallivakt skal vera verulig. Er talan t.d. um uppringingarskipan, har tilkalliskyldan kann latast víðari til annan persón, er ikki talan um veruliga tilkallivakt. Talan skal eisini vera um veruligar avmarkingar í privatlívinum. Ein skal t.d. ikki kunna fara longur frá enn eitt vist, ein skal vera úthvíldur, edrúur o.tíl.
Til ber ikki at hava tilkallivakt alt árið. Tá er talan um frían bil, og koyringin í sjálvari tilkallingini er vinnulig og ikki privat.
Koyring hjá sølufólki
Sølufólk koyra ofta langt og byrja dagin hjá einum kunda og enda hann hjá øðrum. Talan er um privatkoyring, tá ið koyrt verður í vanligum bili frá bústaði til fyrsta kunda. Somuleiðis, tá ið koyrt verður frá síðsta kunda og heim.
At læna vøruvognar til starvsfólk
Sum starvsfólk kanst tú hendingaferð læna vøruvogn ella lastbil frá arbeiðsplássinum til at flyta privata ogn, herundir eisini burturkast. Lánið skal einki kosta arbeiðsgevaranum, tí skal hann skriva tær rokning fyri útreiðslur, sum standast av at læna tær bilin, t.e. til brennievni, trygging, skaða, dekkslit og annað. Til at gera hesa rokning ber til at nýta somu upphædd, sum er ásett fyri at nýta egnan bil í arbeiðsørindum. Við seinastu áseting var upphæddin 3,20 pr. km, alt íroknað. Lænir ella leigar tú regluliga tílíkan bil frá arbeiðsplássinum, er talan um frían bil.
Dømi: Starvsfólk lænir vøruvogn til at flyta innbúgv. Frá arbeiðsplássi til bústað til nýggja bústaðin og aftur til arbeiðsplássið eru 52 km. Rokning til starvsfólk: 3,2*52 = 166,4 kr. Mvg er íroknað.
Serútgjørdir bilar
1) Hevur starvsfólk serútgjørdan bil, har amboð, eykalutir o.a. er innbygt í bilin, eins og nevnt á bls. 76 í vegleiðingarskrivinum 1996, verður koyring millum heim og arbeiðspláss ikki roknað sum privatkoyring. Hetta er tó treytað av, at talan er um dagliga skiftandi arbeiðsstøð. Bilurin skal annars ikki verða brúktur til privatkoyring, tí so er talan um frían bil.
2) Um starvsfólk hevur serútgjørdan bil, har amboð, eykalutir o.a. er innbygt í bilin, eins og nevnt á bls. 76 í vegleiðingarskrivinum 1996, og bilurin vanliga ikki kann nýtast til annað enn tað, hann er serútgjørdur til, t.d. saltbilar og oljubilar, verður koyring millum heim og arbeiðspláss ikki roknað sum privatkoyring.
Fríur bústaður er skattskyldigur.
- Fyri 2022 er heilársvirðið ásett til at vera fermetratalið á bústaðnum faldað við 1.182.
- Hevur ágóðin ikki verið latin í eitt heilt ár, og/ella hevur starvsfólkið goldið ein part sjálvt, skal mótroknast samsvarandi.
- Upphæddin verður sett í teig 291 í sjálvuppgávuni.
Fríur kostur er skattskyldigur.
- Fyri 2022 er dagliga virðið ásett til at vera 37, 48 og 64 kr. fyri ávikavist eina, tvær og tríggjar máltíðir um dagin.
- Viðkomandi krónutal verður faldað við talinum á døgum, ið ein hevur fingið máltíðirnar, og upphæddin verður sett í teig 292 í sjálvuppgávuni.
Fríur hiti er skattskyldigur.
- Fyri 2022 er heilársvirðið ásett til at vera 14.850 kr. fyri upphiting við el ella jarðhita og 24.600 kr. fyri upphiting við olju ella fjarhita.
- Hevur ágóðin ikki verið latin í eitt heilt ár, og/ella hevur starvsfólkið goldið ein part sjálvt, skal mótroknast samsvarandi.
- Upphæddin verður sett í teig 293 í sjálvuppgávuni.
Frítt el er skattskyldigt.
- Fyri 2022 er heilársvirðið ásett til at vera 10.300 kr.
- Hevur ágóðin ikki verið latin í eitt heilt ár, og/ella hevur starvsfólkið goldið ein part sjálvt, skal mótroknast samsvarandi.
- Upphæddin verður sett í teig 294 í sjálvuppgávuni.
Útreiðslur, sum skattgjaldari sparir við sjálvur at gera arbeiði, sum hann annars skuldi goldið øðrum fyri at gera, eru ikki skattskyldig inntøka.
Tó galda hesar reglur:
Handverkarar
Handverkari ella handverksmeistari skal skattast av mistari inntøku svarandi til vanliga arbeiðstíð, tá ið hann leggur starv sítt niður fyri at skapa varandi virðir fyri seg sjálvan ella annan innan fyri egið fak. Sama er, tá ið handverkarar ella handverksmeistarar gera gerðabýti.
Onnur
Fyri aðrar skattgjaldarar er galdandi, at virði á egnum arbeiði verður mett sum skattskyldig inntøka svarandi til vanliga arbeiðstíð, tá ið teir nýta útbúgving ella vinnu sína til at gera eitt arbeiði fyri seg sjálvar, og tað ikki burturav er gjørt í vanligari frítíð.
At gera ókeypis arbeiði
Skattgjaldari, sum ger arbeiði fyri onnur uttan at taka nakað afturfyri, verður ikki skattaður av hesum arbeiði. Arbeiðið er tó at meta sum gáva, ið er skattskyldig hjá móttakaranum.
Trý sløg av fríum ágóðum eru ikki skattskyldigir. Teir eru:
- privata nýtsluvirðið á teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari letur starvfólki at ráða yvir í sambandi við arbeiði,
- privata nýtsluvirðið á samskifti, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki at ráða yvir í sambandi við arbeiði,
- virðið á fríari ferð og fríum bústaði hjá persóni, sum ikki býr í Føroyum, men sum er í bráðfeingis arbeiðsørindum her.
Við bráðfeingis arbeiðsørindi er at skilja arbeiði, sum samanlagt varir styttri enn 180 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði, sama um persónurin er burtur ímillum ella ikki.
Undir snarslóðum finnur tú “Vegleiðing til at geva upp skatt 2021”. Har er eisini "VLS 2015", sum gevur tær eina gjølligari lýsing av ymiskum skattaviðurskiftum.
Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara
Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.