Ofta spurt um sjálvuppgávuna
Tað er sjálvuppgávutíð, og telefonkøin hjá TAKS er long, men kanska finnur tú tín spurning niðanfyri og sleppur frá at ringja. Annars gera vit okkara besta á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15. Tú kanst eisini skriva til okkara á taks@taks.fo.
Svar: Tað kann vera tí, at tú hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Svar: Tað kann vera tí, at tú hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Svar: Tí at barnið hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Svar: Tí at barnafrádráttur er ikki eitt útgjald uttan ein frádráttur í skattinum. Tú fært peningin soleiðis, at tú rindar minni í skatti, enn tú hevði gjørt uttan barnafrádráttin.
Svar: Ofta er tað tí, at tú hevur havt b-inntøku í fyrrárið, til dømis uttanlandsinntøku, húsaútleigan ella útlendska eftirløn. Um so er, fært tú automatiskt sjálvuppgávu í ár eisini, tí gingið verður út frá, at inntøkan heldur áfram.
Ger hon ikki tað, skalt tú lata inn sjálvuppgávuna á Borgaraglugganum og einki skriva í hana. Vel Sjálvuppgávan 2021, trýst á grøna knøttin "Fyll út sjálvuppgávu", skrolla niður á botn og trýst á grøna knøttin "Lat inn".
Um nakrar dagar fær tú sendandi eina skattauppgerð, og so er málið liðugt.
Svar: Tú ritar inn á Borgaragluggan við Samleikanum.
Hevur tú Samleikan?
> Rita inn
Hevur tú ikki Samleikan?
> Vitja samleikin.fo/fá-samleikan
Brúk fyri hjálp?
> Vitja samleikin.fo/hjálp-við-samleikanum
Tú kanst eisini ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Til ber ikki biðja TAKS um hjálp til Samleikan.
Svar: Nei. Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki persónligar upplýsingar til triðjapart.
Brúkar maðurin Borgaragluggan, kann hann geva tær fulltrú at nýta sín glugga, so fært tú atgongd til upplýsingarnar tann vegin.
Svar: Nei. Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki slíkar upplýsingar um telefon ella teldupost.
Upplýsingarnar liggja á Borgaraglugganum og í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú bræv í postkassan ein av døgunum frá 7. til 9. mars.
Um Borgaragluggan og Mínboks
Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð. Har hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7. Hevur tú Samleikan, er bara at rita inn. Eingin umsókn krevst.
> Les um Borgaragluggan
> Vitja heimasíðuna hjá Borgaragluggan
Mínboks er á Vanganum. Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum. Hevur tú ikki Samleikan, vitja heimasíðuna hjá Vanganum, vel “Fá tær Samleikan” niðarlaga á síðuni, og tú ert á veg.
Svar: Avlopsskatturin verður á kontu 22. mars.
Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin, kanst tú gera tað á Borgaraglugganum ella maila nýggja nummarið til okkara á taks@taks.fo. Á Borgaraglugganum er freistin 22. mars klokkan 16. Við maili er freistin 17. mars á midnátt.
Á Borgaraglugganum broytir tú undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar.
Svar: Ja. Hevur tú havt eitt v-tal í 2021, skalt tú lata inn roknskap.
Roknskapurin skal setast upp eftir roknskaparleistunum hjá TAKS og latast inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni.
> Heinta roknskaparleist og les meira um roknskap hjá einstaklingsvirkjum