Ognaruppgerð
Ein ognaruppgerð er eitt yvirlit yvir ogn og skuld tína. Hevur tú roknskaparskyldu, ella eru broytingar í ognum ella fíggjarligum rættindum tínum í 2021 í mun til 2020, so skalt tú lata inn ognaruppgerð.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022 |
Hvat skal við í uppgerðina, og hvat skal ikki við?
Við:
- fastogn (grundøki við ella uttan ástandandi húsum og hús á øki hjá øðrum),
- bilar, bátar, innbúgv og annað leysafæ,
- vørur, ráevni og maskinur,
- peningur, útistandandi skuld, partabrøv og aðrir partar í feløgum,
- list, frímerkjasøvn og skartgripir, sum hava eitt virði á meira enn 25.000 kr.
Ikki við:
- arvur ella gáva, har tilskilað er, at í fyrstu syftu skal annar persónur hava inntøkuna, og at ein ikki sjálv/ur ræður yvir ognini so leingi,
- arvur ella gáva, har tilskilað er, at inntøkan í fyrstu syftu skal goymast, og at ein ikki sjálv/ur skal ráða yvir hvørki ogn ella inntøku so leingi,
- nýtslurættindi til tíðarásett gjøld ella ágóðar, t.d. rættindi til eftirløn, lívrentu, leigufrían bústað, høld o.tíl.
Ogn hjá børnum undir 16 ár
Ogn hjá børnum, sum eru yngri enn 16 ár, verður tald upp í ognaruppgerðina hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Eru tað børn í hjúnalagi, gera foreldrini av, hvørt teirra skal rokna ognirnar upp í ognaruppgerð sína.
Soleiðis fært tú fatur á oyðublaðnum til ognaruppgerðina
- Hevur tú roknskaparskyldu, fært tú oyðublaðið sendandi frá okkum.
- Hevur tú ikki roknskaparskyldu, fært tú tað við at venda tær til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15, ella tú sendir eitt teldubræv til taks@taks.fo.
Soleiðis letur tú ognaruppgerðina inn
Fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Brúk fyri hjálp til ognaruppgerðina?
Spyr kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.