Skriva út

Roknskapur

Sjálvstøðugt vinnurekandi (t.e. einstaklingsvirki og íognarfeløg) og útleigarar, ið geva upp við roknskapi, skulu lata inn roknskap. Hann skal latast inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum og skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022


Niðanfyri er vegleiðing. Undir snarslóðum og oyðubløðum eru leinki til meirlesnað og útfyllingarskjøl.

Roknskaparleistir

Seks roknskaparleistir eru at seta roknskapin upp eftir. Fýra til ávikavist húsaleigu, hýruvogn, landbúnað og útróður og tveir til flestallar aðrar vinnugreinar. Annar uttan løn og avskriving, hin við løn og/ella avskriving.

Leistirnir kunnu fyllast út beinleiðis á Borgaraglugganum, har leinki liggur við teigin, har úrslitið av roknskapinum skal skrivast inn. Teir kunnu eisini heintast her á síðuni undir oyðubløðum. Fyll út, goym á telduni og send inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni.

Videovegleiðing

Undir snarslóðum eru tvær videovegleiðingar um, hvussu roknskaparleistir kunnu útfyllast. Ein um roknskaðarleistin fyri húsaleigu og ein um roknskaparleistin uttan løn og avskriving. Hinir leistirnir kunnu útfyllast tilsvarandi.

Bókhaldskrøv
  • Allar skrásetingar skulu kunna lesast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
  • Nettosølan skal vísast fyri seg og skal gerast upp við atliti at tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu upplýsast serstakt eftir slagi.
  • Eru útreiðslur nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingarnar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.
  • Avskrivingar, sum stava frá staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast serstakt.
  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal sundurliðast, so at avskrivingargrundarlagið kann eftiransast.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi.
  • Fyri bygningar o.a., sum verður avskrivað, skulu útveganarár og útveganarpeningur upplýsast.
  • Fíggjarstøða við uppgerð yvir ogn og skuld við ársenda skal fyriliggja sum partur av roknskapinum.
Nær er virksemi vinnuligt?

Einki fast mark er millum vinnuligt og ikki-vinnuligt virksemi. Mett verður um í hvørjum einstøkum føri. Hugt verður t.d. eftir:

  • um høvuðsendamálið er at fáa peningaligan vinning,
  • um útlit eru til, at virkið innan ávísa tíð fer at geva avlop í mun til íløgurnar (rentabilitet),
  • um hallið bert er t.d. byrjanartrupulleikar,
  • um kanningar eru gjørdar áðrenn byrjan viðvíkjandi møguleikunum fyri at vinnan ber seg (fíggjarætlanir o.l.),
  • um skattgjaldarin lýkur fakligar fortreytir til at reka slíka vinnu,
  • um tað eru onnur enn vinnulig endamál við virkinum,
  • um – ella í hvønn mun – skattgjaldarin kann brúka rakstrargøgnini til egið brúk,
  • um virkið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur,
  • um rakstrarhátturin er vanligur fyri virksemi av slíkum slag,
  • um virksemið livir upp til tað vinnuliga støðið (rikið á einum tøkniligum og yrkisligum fullgóðum støði) sum er galdandi fyri slíka vinnu (professiónalitetseyðkenni).

Einki av hesum punktum er einsamalt avgerandi fyri, um talan er um vinnu. Tað veldst millum annað um, hvat slag av fyritøku, ið talan er um, og um virksemið kastar nakað av sær.

Inntøka av ikki-vinnuligum virksemi verður skattað sum nettoinntøka

Tað vil siga, at bert útreiðslur svarandi til ársins inntøku vera góðtiknar, soleiðis at úrslitið í skattligum høpi verður 0 kr. Møguligt hall kann ikki dragast frá í aðrari inntøku og kann ikki førast fram til onnur ár. Um roknskapurin vísir hall, kann hetta hall bert dragast frá í aðrari skattskyldigari inntøku, um tað er vinnuligt í skattligum høpi.

Hvussu við útróðri?

Tá ið skattgjaldari avreiðir fisk, sum er veiddur við útróðrarbáti, skal báturin sum høvuðsregla viðgerast sum fult vinnuligur, um árliga bruttosølan er oman fyri 150.000 kr.

Er árliga bruttosølan 150.000 kr. ella lægri, verður ein ítøkilig meting gjørd, sum kann avgera, um báturin kortini er fult vinnuligur.

Soleiðis verður roknskapurin innlatin

Roknskapurin skal setast upp eftir roknskaparleistunum hjá TAKS og skal latast inn í excel-formati saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum. Verður roknskapurin latin inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022


Les um roknskaparleistirnar í partinum "Roknskaparleistir". Les um Borgaragluggan undir snarslóðum.

Skal onkur orðna roknskapin fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni.

Ger tað á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir, ella heinta fulltrúina undir oyðubløðum her á síðuni og lat inn á pappíri.

Freistin er mánadagin, 18. apríl 2022

Brúk fyri hjálp til roknskapin?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.