Sjálvuppgáva
Ein sjálvuppgáva er eitt yvirlit yvir inntøku og frádrátt, sum tú hevði síðsta ár. Út frá tí roknar TAKS skattin hjá tær.
Fyri at hava røttu tølini, sendir TAKS fyrst í mars eina skattauppgerð ella eitt sjálvuppgávubræv til øll. Hvat tú fært, veldst um, hvørt tú ert a-skattgjaldari ella b-skattgjaldari.
Niðanfyri vegleiða vit um hetta, og hvussu tú letur sjálvuppgávuna inn.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022 |
Hevur tú eisini fingið sendandi eina kapitalvinningsuppgerð ella eitt kapitalvinningssjálvuppgávubræv og kanska eina ognaruppgerð, finnur tú meirlesnað um tað undir snarslóðum.
A-skattgjaldarar eru tey, sum bert rinda a-skatt. Tey fáa alla inntøku sína frá føroyskum arbeiðsgevara gjøgnum sjálvvirkandi skattaskipanina. TAKS hevur ofta neyðugar upplýsingar til at rokna skattin hjá a-skattgjaldarum, eitt nú lønarinntøku, frádrátt og barnatal.
A-skattgjaldarar skulu kanna, um skattauppgerðin er røtt
Er hon tað, so er skatturin í lagi, og einki meira skal gerast. Sjálvuppgáva skal ikki latast inn. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal sjálvuppgáva við rættaðum upplýsingum latast inn. Mánaðin eftir kemur so nýggj skattauppgerð.
B-skattgjaldarar eru tey, sum antin bert rinda b-skatt ella bæði a-skatt og b-skatt. Tað kunnu vera sjálvstøðugt vinnurekandi, útleigarar, ið geva upp við roknskapi, ella fólk, sum hava uttanlandsinntøku.
B-skattgjaldarar skulu altíð lata inn sjálvuppgávu
Tey, sum hava uttanlandsinntøku, skulu skráseta inntøku og frádrátt á eitt fylgiskjal til sjálvuppgávuna.
Vel "Uttanlandsinntøka" undir snarslóðum og les meira um hetta.
Sjálvstøðugt vinnurekandi og útleigarar, ið geva upp við roknskapi, skulu saman við sjálvuppgávuni viðhefta roknskap.
Vel "Roknskapur" undir snarslóðum og les meira um hann.
A-skattgjaldarar
Er feilur í skattauppgerðini, ella manglar okkurt: Sjálvuppgáva við rættaðum upplýsingum skal tastast inn á Borgaraglugganum. Hon kann í undantaksføri sendast við brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Heinta hana tá undir oyðubløðum her á síðuni.
B-skattgjaldarar
Tey, sum hava uttanlandsinntøku: Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum. Hon kann í undantaksføri sendast við brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Heinta hana tá undir undir oyðubløðum her á síðuni.
Sjálvstøðugt vinnurekandi og útleigarar, ið geva upp við roknskapi: Sjálvuppgávan skal tastast inn Borgaraglugganum, og roknskapurin skal viðheftast. Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Tá skal fullfíggjað sjálvuppgáva við tilhoyrandi skjølum vera TAKS í hendi.
Verður ikki rættstundis innlatið, kann TAKS áleggja sekt
Sektin er í minsta lagi 1.000 kr.
Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um skattin og sendir tær eitt hoyringsskriv, vanliga í september. Letur tú ikki við teg koma, verður skatturin settur sambært hoyringsskrivinum. Hetta verður gjørt áðrenn 1. oktober.
Sektin skal altíð rindast.
At søkja um longda innlatingarfreist
Søkjast kann um longda innlatingarfreist, um serlig orsøk er til tess, t.d. sjúka. Send tá skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo. Freistin verður ikki longd út um 15. august.
Gev gætur, at hvør umsókn kann bert galda ein persón. Tað er eisini krav, at eldri sjálvuppgávur, roknskapir og aðrar skattligar uppgerðir eru innlatin.
Umsóknarfreistin er 30. apríl.
Tá skal serlig orsøk vera til tess, t.d. sjúka.
Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo. Gev gætur, at hvør umsókn kann bert galda ein persón. Tað er eisini krav, at eldri sjálvuppgávur, roknskapir og aðrar skattligar uppgerðir eru innlatin.
Umsóknarfreistin er 30. apríl.
Undir snarslóðum finnur tú “Vegleiðing til at geva upp skatt 2021”. Har er eisini "VLS 2015", sum gevur tær eina gjølligari lýsing av ymiskum skattaviðurskiftum.
Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara
Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.