Skattauppgerð
Ein skattauppgerð, ella framskundað skattauppgerð, sum vit eisini siga, er eitt yvirlit yvir inntøku og frádrátt, sum TAKS veit um, at tú hevur havt síðsta álmanakkaárið. Út frá hesum rokna vit skatt tín.
Fyrst í mars fáa nógvir borgarar sendandi eina skattauppgerð.
Tú skalt kanna, um hon er røtt. Er hon tað, skalt tú ikki gera meira. So er skattur tín í lagi.
Er feilur í, ella manglar okkurt, skalt tú senda TAKS eina sjálvuppgávu við rættaðum upplýsingum. Út frá henni fært tú so mánaðin eftir sendandi eina nýggja skattauppgerð.
Vel Sjálvuppgáva undir snarslóðum og síggj, hvar tú finnur hana, og hvussu tú letur inn.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022 |
Tað hevur tú.
Tølini hjá TAKS eru bert ein meting, sum er gjørd út frá teimum upplýsingum, sum TAKS hevur atgongd til, antin frá a-skattaskipanini ella frá síðst innlatnu sjálvuppgávu hjá tær.
Eigur tú skatt til góðar, siga vit, at tú hevur avlopsskatt. Hann verður fluttur á lønarkontu tína ella á aðra kontu, sum tú hevur upplýst fyri okkum. Tað plaga at ganga fjúrtan dagar ella so.
Skalt tú rinda meira skatt, siga vit, at tú hevur írestandi skatt. Hann verður kravdur inn við rokning, sum vit senda tær.
Gev gætur, at avlopsskattur minni enn 25 kr. verður ikki útgoldin, og at írestandi skattur minni enn 100 kr. verður ikki innkravdur.
Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Avlopsskatturin frá í fjør verður á kontu tann 22. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, sum vit skulu flyta hann á, kanst tú gera tað á Borgaraglugganum fram til 22. mars klokkan 16. Tú kanst eisini maila nýggja nummarið til okkara á taks@taks.fo, men so skal tað vera í síðsta lagi 17. mars á midnátt.
Ikki roynt Borgaragluggan?
Undir snarslóðum kanst tú lesa um hann, og um hvussu tú fært atgongd.
Fært tú onga skattauppgerð, kann tað vera tí, at tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi. So fært tú í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Vel Sjálvuppgáva undir snarslóðum og les um hana.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.