Uttanlandsinntøka
Hevði tú uttanlandsinntøku í 2021 og fulla skattskyldu her, so skalt tú skráseta inntøku og frádrátt á eitt fylgiskjal til sjálvuppgávuna og lata inn saman við henni.
Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022 |
Niðanfyri er vegleiðing. Undir snarslóðum og oyðubløðum eru leinki til meirlesnað og fylgiskjøl.
Í Føroyum fært tú frádrátt fyri henda skatt, í mesta lagi tað, sum fellur á inntøkuna. Tú fært inntøkufrádrátt á 30% av inntøkuni um árið – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.
Fiskimenn við norðurlendskum skipum
Fiskimenn við norðurlendskum skipum hava ikki nevndu frádráttarmøguleikar. Teir hava ein fiskiveiðufrádrátt á 14% av inntøku upp til kr. 470.000 ella í mesta lagi kr. 65.800. Teir hava eisini rætt til samdøgursfrádrátt á kr. 300 um dagin fyri meirútreiðslur av at arbeiða uttanlands.
Ert tú við øðrum skipi?
Klikk á "Útisiglarar" undir snarslóðum her á síðuni og les um skattaviðurskiftini hjá tær.
Norðurlendskar sosialveitingar
Norska Folketrygden og aðrar norðurlendskar veitingar, ið koma undir norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, verða viðgjørdar sum skattur. Á sjálvuppgávuni skulu inngjøld til slíkar veitingar gevast upp sum goldin skattur uttanlands. So rindar ein møguliga tað minni í Føroyum.
Samdøgursfrádráttur
Til samdøgursfrádráttin skal dagatalið gevast upp. Dagatalið fevnir um dagar í arbeiðsørindum uttanlands og ferðadagar til og frá arbeiðsstaði. Samdøgursfrádráttur er ikki galdandi fyri inntøku, sum hoyrir undir § 25 b, stk. 1, í skattalógini.
Les meira um samdøgursfrádrátt undir snarslóðum.
Fríir ágóðar eru ókeypis sersømdir, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki í sambandi við arbeiði, t.d. fríur kostur og fríur bústaður.
Fríir ágóðar eru ofta skattskyldigir
Hevur tú í sambandi við uttanlandsarbeiði fingið slíkar ágóðar, skulu teir við í sjálvuppgávuna. Hevur arbeiðsgevarin goldið fyri teir, sæst hetta møguliga á lønarseðlunum.
Les meira um fríar ágóðar undir snarslóðum. Har sær tú eisini talvu yvir virðini, ið sett eru á ymsar ágóðar.
Arbeiðsútleigan til Norðurlond
Arbeiðsútleigan til Norðurlond verður skattað sum lønarinntøka. Sum løntakari skalt tú geva hana upp, eins og tú skalt geva upp vistarhald, sum arbeiðsgevarin hevur rindað fyri.
Arbeiðsútleigan, har leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum
Um leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum, rindar hann lønina og avroknar skatt í landinum, har arbeiðið er gjørt (arbeiðslandinum).
Víðariútleigan til triðjaland
Ert tú sum løntakari útleigaður til Norðurland, og arbeiðsgevarin sendir teg víðari til triðjaland, skalt tú gjalda skatt í Føroyum. Tú fært frádrátt, um tú hevur goldið skatt til triðjalandið.
Hetta er galdandi fyri bæði inntøku, skatt, ágóða, eftirlønargjald o.a.
Nýt árligan miðalkurs ella dagskurs
- Nýtir tú árligan miðalkurs, gang eftir talvuni yvir miðalkurs undir snarslóðum.
- Nýtir tú dagskurs, viðlegg yvirlit og útrokning við dagskursi fyri hvørja lønarútgjalding sær.
Á Borgaraglugganum er miðalkursurin sjálvvirkandi.
Fylgiskjalið skal latast inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum ella á pappíri.
Á Borgaraglugganum
Rita inn, vel Sjálvuppgáva 2021 > Skattauppgerðir. Fyll út og send.
Undir snarslóðum kanst tú lesa meira um Borgaragluggan, og hvussu tú fært atgongd.
Á pappíri
Vel rætt fylgiskjal undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll út og send saman við sjálvuppgávuni til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til TAKS á Mínboks.
Gev tó gætur, at skalt tú lata inn roknskap, skulu bæði roknskapur, fylgiskjal og sjálvuppgáva latast inn á Borgaraglugganum.
Ymisk fylgiskjøl eru at velja ímillum, alt eftir hvørjum arbeiði, ið uttanlandsinntøkan stavar frá. Tað kann vera frá arbeiði á landi, skipi ella við flogfari, frá nevndarsamsýningum, leiguinntøkum og so framvegis.
Undir snarslóðum finnur tú “Vegleiðing til at geva upp skatt 2021”, sum stutt greiðir frá um hvønn einstakan teig í sjálvuppgávuni.
Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara
Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.