Skriva út

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Avlopsskatturin frá í fjør verður á kontu týsdagin, 22. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, sum vit skulu flyta hann á, kanst tú gera tað upp á tveir mátar:

Ger tað á Borgaraglugganum til og við 22. mars klokkan 16

Broyt undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar > Broyt peningastovnskontu.

Ger tað við maili til og við 17. mars á midnátt

Send nummarið til okkara á taks@taks.fo.

Ikki roynt Borgaragluggan?

Hevur tú Samleikan, er bara at rita inn. Eingin umsókn krevst. Les annars meira um Borgaragluggan og innriting undir snarslóðum.

> Rita inn í Borgaragluggan