Yvirlit yvir oyðubløð, roknskaparleistir og umsóknir
Undir snarslóðum her á síðuni finnur tú øll oyðubløð og allar roknskaparleistir og umsóknir í sambandi við sjálvuppgávuna og kapitalvinningssjálvuppgávuna 2021.
Niðanfyri verður greitt frá teimum í stuttum.
Soleiðis veitst tú, um tú skalt lata inn sjálvuppgávu
Upplýsingar, sum TAKS hevur um tínar inntøkur og frádráttir, eru skrásettar á eini skattauppgerð. Hevur tú fingið slíka skattauppgerð sendandi, og er hon røtt, skalt tú ikki lata inn sjálvuppgávu.
Hevur tú onga uppgerð fingið, ella er hon skeiv, skalt tú lata inn sjálvuppgávu. Tað skalt tú eisini, um tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi, hevur inntøku uttanlands, ella um tú hevur havt inntøku farna árið, sum TAKS ikki veit um.
Vel "Sjálvuppgáva" undir snarslóðum og síggj, hvussu tú letur inn.
Soleiðis veitst tú, um tú skalt lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
Upplýsingar, sum TAKS hevur um vinning av ognum tínum, t.d. partabrøvum, bankakontum o.ø, eru skrásettar á eini kapitalvinningsuppgerð. Hevur tú fingið slíka skattauppgerð sendandi, og er hon røtt, skalt tú ikki lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu.
Hevur tú onga uppgerð fingið, ella er hon skeiv, skalt tú lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu.
Vel "Kapitalvinningssjálvuppgáva" undir snarslóðum og síggj, hvussu tú letur inn.
Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi?
So skalt tú lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum. Roknskapurin skal vera í Excel og skal setast upp eftir einum av roknskaparleistunum hjá TAKS. Finn teir undir oyðubløðum.
Seks standard roknskaparleistir eru hjá sjálvstøðugt vinnurekandi at velja í. Tveir kunnu brúkast til flestallar vinnugreinar. Annar er til teirra, sum hvørki hava avskrivingar ella rinda lønir, hin til teirra, sum hava avskrivingar og/ella rinda lønir. Hinir fýra roknskaparleistar eru sergjørdir til landbúnað, hýruvognar, útróður og húsaleigu. Leinki til viðkomandi leist liggur inni á Borgaraglugganum við tann teigin, har úrslitið av roknskapinum skal skrivast inn. Annars kanst tú eisini finna tín leist her undir snarslóðum.
Vel "Roknskapur" undir snarslóðum og les meira um evnið.
Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni.
Orðna tað á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir, ella heinta fulltrúina undir oyðubløðum her á síðuni og lat inn á pappíri.
Freistin er mánadagin, 18. apríl 2022 |
Ikki roynt Borgaragluggan?
Hevur tú Samleikan, er bara at rita inn. Eingin umsókn krevst. Les annars meira um Borgaragluggan og innriting undir snarslóðum.