Skriva út

Kapitalvinningsuppgerð

Ein kapitalvinningsskattauppgerð er ein uppgerð hjá TAKS yvir, hvat man vann av ognum sínum síðsta álmanakkaár, t.d. av virðisbrøvum. Út frá tí roknar TAKS kapitalvinningsskattin hjá einum tað árið.

Fyrst í mars fáa nógv kapitalvinningsuppgerð sendandi.

Um tú fært kapitalvinningsuppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt

Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira. So er kapitalvinningsskatturin hjá tær í lagi.

  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
  • Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum
  • Freistin er 1. mai 2023
  • Les um kapitalvinningssjálvuppgávu
Um tú onga kapitalvinningsuppgerð fært

Fært tú onga kapitalvinningsuppgerð, kann tað vera tí, at tú hevur selt virðisbrøv síðsta álmanakkaárið. Í staðin fyri bræv um kapitalvinningsuppgerð, fært tú tá bræv um kapitalvinningssjálvuppgávu.

Hvør hevur ábyrgd av, at uppgerðin er røtt?

Tað hevur tú.

Tølini hjá TAKS eru bert ein meting, sum er gjørd út frá teimum upplýsingum, sum TAKS hevur atgongd til, antin frá a-skattaskipanini ella frá upplýsingum, sum tú hevur givið TAKS.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningsuppgerðina?

Spyr kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.